Munurin millum rættingarnar hjá "Greta Svabo Bech"

Content deleted Content added
Linja 1:
'''Greta Svabo Bech''' (fødd [[1987]] í [[Tórshavn]]) er [[Føroyar|føroysk]] songkvinna og sangskrivari, sum í løtuni (2013) býr í [[Miðvágur|Miðvági]]. Bæði foreldrini eru føroyingar, pápin úr [[Vestmanna]] og mamman úr [[Miðvágur|Miðvági]]. Greta er fyrsti føroyingur, sum hevur fingið eina [[Grammy Award]] tilnevning.
 
== Lívssøga ==
Greta er vaksin upp í fleiri ymiskum londum. Hon varð fødd í [[Tórshavn|Havn]], búði í Føroyum fyrstu 3 árini, síðan flutt familjan til [[Portugal]], har hon búði til hon var 5-ára gomul, og síðan fluttu tey til [[Newcastle]] í [[Ongland]]i, har tey búðu til hon var 10-ára gomul, tá flutti familjan til [[Singapor]], har búðu tey til Greta var 18-ára gomul, tá flutti hon til Føroya at búgva eina tíð.<ref>[http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/09/12/greta-svabo-bech-er-boin-til-brunsj Kvf.fo, Greta Svabo Bech er boðin til Brunsj]</ref> Eftir at hava búð í Føroyum í umleið eitt ár, flutti Greta til Onglands, har hon las tónleik og heimsspeki, og gjørdist kandidatur nøkur ár seinni, tað var meðan hon búði í [[Liverpool]], at hennara lívsleið sum tónleikari byrjaði. Í 2013 flutti hon til Miðvágs at búgva saman við unnustanum, ið er úr Onglandi.
 
== Lívsleið innan tónleik ==
Greta lærdi at spæla violin, tá hon var 5 ára gomul. Tá hon búði í Føroyum sum 18-19 ára gomul gekk hon á MGK linjuni á Musikkskúlanum í Havn í eitt ár, eftir tað fór hon at lesa í [[Liverpool]]. Meðan Greta las á lærdum háskúla í Liverpool, var hon við til at stovna tónleikabólkin [[Picture Book]], har hon var limur í 4 ár. Í 2010 sang hon ein sang hjá [[Kanada|kanadiska]] produsaranum [[Deadmau5]] (verður úttalað á enskum sum "dead mouse"), sum var útgivin sum videolag á YouTube og sum stakfløga í november 2011. Sangurin var eisini á fløguni 4 x 4 = 12 hjá Deadmau5, sum varð útgivin 6. desember 2011.<ref>[http://www.vagaportal.fo/pages/posts/sangur-hja-foroysku-gretu-fer-um-allan-heim-6389.php Vagaportal.fo, Sangur hjá føroysku Gretu fer um allan heim]</ref> Hesin sangurin varð tilnevndur sum ''Besta dansiupptøkan'' (Best Dance Recording) á tí 54. [[Grammy Award]]s hátíðarhaldinum.<ref>[http://www.grammy.com/news/exploring-the-grammys-danceelectronica-field-nominees Grammy.com, Exploring The GRAMMYs' Dance/Electronica Field Nominees]</ref> Sjálv Grammy Awards handanin fór fram 12. februar 2012. Greta segði við eina enska heimasíðu, at maðurin handan Deadmau5, Joel Zimmerman, hevði hoyrt nøkur løg hjá Picture Book gjøgnum hansara plátufelag, og at honum dámdi løgini sera væl.<ref>[http://www.liverpoolecho.co.uk/whats-on/music/picture-book-singer-greta-svabo-3387545 Liverpoolecho.co.uk, Picture Book singer Greta Svabo Bech on how she came to feature in a Deadmau5 set]</ref>
 
Í 2012 og 13 hevur Greta samstarvað við italsku duo'ina [[The Bloody Beetroots]], hon syngur sangin ''Chronicles of a Fallen Love''.
 
Í september 2013 gav kenda amerikanska songkvinnan [[Cher]] út eina nýggja fløgu, [[Closer to the Truth]], har Greta hevur gjørt bæði orð og lag til ein av sangunum, saman við øðrum, talan er um sangin "My love".<ref>[http://planet.fo/grein/cher_syngur_lag_hja_foroysku_gretu Planet.fo, Cher syngur lag hjá føroysku Gretu]</ref>
 
== Tónleikaútgávur ==