Munurin millum rættingarnar hjá "Týskland"

Content deleted Content added
→‎Mentan: Filmur og sjónleikur
Linja 68:
á markinum millum Fraklands og Týsklands. Haðani sker hon seg ígjøgnum Niðurlond og Vesturtýskland, áðrenn hon rennur út í
Norðsjógvin.]]
Fyri eystan slættan eru bøhmisku fjøllini, sum eru mark millum Týskland og [[Kekkia]], og fyri sunnan eru Bayersku alpurnar. Donau springur upp í Schwarzwald og rennur so eystur gjøgnum landið og inn í [[Eysturríki]]. Á vegnum renna fleiri greinar oman úr [[Alpurnar|Alpunum]] í hana. Rín springur upp undir St. Gothards fjallinum í [[Sveis]]; hon rennur út í Bodenvatnið. Komin úr aftur vatninum ger hon stóran foss við býin Schaffhausen. Har hava teir bygt fleiri stór elverk. Síðan rennur hon eitt strekki beint vestur, men við býin Basel sneiðir hon beint norðurá og verður nú marknará millum Frakland og Týskland. Fløtan, sum hon her rennur ígjøgnum, millum Sveis og Vogesurnar, eitur Rínslættan og er eitt tað gróðrarbesta plássið í Týsklandi. Rínslættin er ein tann fruktabesti bletturin í øllum Týsklandi, tí veðurlagið er lýtt, og fjøllini líva so væl. Á Rínslættanum er tætt av stórum bygdum. Allastaðni fram við Rínánni eru bygdir og býir. Stundum standa býirnir beint yvir av hvørjum øðrum. Hesir býir eru av fyrstantíð bygdir, har sum ein brúgv ella ein ferja hevur gingið yvir um ánna. Á leiðini, har sum áin Main rennur út í ánna Rín, eru býirnir Wiesbaden og Mainz beint hvør yvir av øðrum. Norðan fyri Mainz rennur áin Rín inn í ein trongan dal í Skifurfjøllunum. Hesin dalur eitur Ríndalurin. Ríndalurin er í støðum so trongur, at teir hava noyðst at skotið sær vegin ígjøgnum áarbakkan. Suðursíðan á Ríndalinum er øll velt í tvørteigar, og garðar laðaðir uttan um teigarnar at verja, so at moldin skal ikki regna burtur. Tvørteigarnir eru allir vaksnir við vínviði. Vinið kalla teir Rínvín. Á norðara áarbakkanum er sólargangurin ikki nóg góður til vínvið; har vaksa stórir eikiskógir. Uppi í Ríndalinum bygdu riddarar og kongar í miðøldini sær sterkar borgir til verju móti fíggindunum og at gera herferðir frá. Nakrar av hesum borgum eru til enn, men vera nú nýttar til ferðamannaheim. Norðan fyri Køln rennur áin Ruhr út í ánna Rín. Við Ruhrá er ein tann størsti ídnaðardepilin í Evropa. Frá gamlari tíð er nógv kol høgt í Ruhr. Nú er mest evnafrøðiídnaður, maskinídnaður og stálidnaður. Býirnir eru mest sum allir samanvaksir. Hin gamli býurin Solingen er á hesum leiðum. At enda rennur Rín vestur í [[Niðurlond]] og út í Norðsjógvin.
 
=== Býir ===
[[Mynd:Deutschland politisch 2010.png|250px|thumb|right|Kort yvir Týskland.]]
Fimm av teimum størstu býunum í Týsklandi eru
# [[Berlin]] (3 431 675 íbúgvar)
# [[Hamburg]] (1 746 893 íb.)
# [[München]] (1 294 608 íb.)
# [[Köln]] (1 000 660 íb.)
# [[Frankfurt am Main]] (667 468 íb.)
 
Í Týsklandi eru 11 stórbýarregiónir. Í teimum 11 regiónunum búgva umleið 49 miliónir íbúgvar, sum svarar til nærum 60 % av fólkatalinum í Týsklandi.
{|
|-
| style="width:50%; vertical-align:top;"|
* [[Rhein-Ruhr-regiónin]]
* [[Stórbýarregión Berlin/Brandenburg|Berlin/Brandenburg]]
* [[Rhen-Main-økið]]
* [[Stuttgart]]
* [[Hamburg]]
* [[Hannover-Braunschweig-Göttingen]]
| style="width:50%; vertical-align:top;"|
* [[Sachsendreieck]] ([[Chemnitz]], [[Zwickau]], [[Dresden]], [[Leipzig]], [[Halle]])
* [[München]]
* [[Nürnberg]]
* [[Bremen-Oldenburg]]
* [[Rhen-Neckar]]
|}
 
== Politikkur ==