Munurin millum rættingarnar hjá "Týskland"

Content deleted Content added
sNo edit summary
→‎Mentan: Filmur og sjónleikur
Linja 119:
| align=center| [[Mynd:Codex Manesse Walther von der Vogelweide.jpg|x120px]] || align=center| [[Mynd:Gotthold Lessing.jpg|x120px]] || align=center| [[Mynd:Goethecut.png|x120px]] || align=center| [[Mynd:Gerhard von Kügelgen 001.jpg|x120px]]|| align=center| [[Mynd:Grimm1.jpg|x120px]]|| align=center| [[Mynd:Heinrich-heine 1.jpg|x120px]]||align=center| [[Mynd:Thomas Mann 1929.jpg|x120px]]||align=center| [[Mynd:Bertolt-Brecht.jpg|x120px]]
|}
 
=== Filmur og sjónleikur ===
 
[[Mynd:Berlinale2007.jpg|thumb|200px|[[Filmfestivalurin í Berlin|Berlinale]].]]
 
Týskland var eitt av teimum londunum, har filmurin mentist tíðliga, og Berlin gjørdist miðdepil fyri tann týska filmin í byrjanini av 1900-talinum. Týskur filmur hevði sína fyrstu stórheitstíð í 1920- og 1930-árunum við filmum sum ''[[Metropolis (filmur)|Metropolis]]'' og ''[[Der blaue Engel]]''. Filmsleikstjórnir vóru eitt nú [[Fritz Lang]], [[F.W. Murnau]] og [[Josef von Sternberg]]. [[Ufa (filmfelag)|Ufa]] var Týsklands stóri filmsídnaður áðrenn [[Seinna heimskríggj]].
 
Undir triðja ríkinum flýddu mong av teimum stóru nøvnunum innan týska filmsídnaðin til [[USA]]; umframt fleiri filmsleikstjórar, so fóru sjálvt kendir sjónleikarar sum til dømis [[Marlene Dietrich]]. Nazistýrið og propagandaráðharrin [[Joseph Goebbels]] tók ræðið á filmsídnaðinum og gjørdi eina røð av ideologiskum propagandafilmum, til dømis ''Triumph des Willens'' (sv: Viljans triumf) eftir [[Leni Riefenstahl]]. Eftir Seinna heimskríggj skuldi tað vara líka til 1960-árini, áðrenn týskur filmur aftur fekk eina framgongd nýggjum týskum filmum við nýskapandi filmsleikstjórum sum [[Alexander Kluge]], [[Volker Schlöndorff]], [[Werner Herzog]], [[Rainer Werner Fassbinder]] og [[Hans-Jürgen Syberberg]].
 
Verkini hjá dramatikaranum [[Bertolt Brecht]] – eitt nú Die Dreigroschenoper (da: ''Laser og pjalter'', sv: ''Tolvskillingsoperan'') – eru blivin spæld kring allan heimin. Eftir kríggið starvaðist Brecht í Eysturberlin.
 
=== Ítróttur ===