Munurin millum rættingarnar hjá "Italia"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 164:
== Mentan ==
 
Italia er kent fyri sína list og mentan. Her eru ein røð av kendum bygningsverkum frá forntíðini og stórheitstíðini hjá [[Rómverjaríkið|Rómverjaríkinum]]. Tey kendastu og týdningarmestu bygningsverkini í Italia eru: [[Skeiva tornið í Pisa]], [[Kolosseum]], [[Castel Sant'Angelo]], [[Forum Romanum]] og [[Pantheon (Róm)|Pantheon]] í RóomRóm og dómkirkjurnar í [[Firenze]] og [[Venesia]]. Italskur matur, [[vín]], [[design]], [[bókmentir]], [[list]], [[tónleikur]] (sertakliga [[opera]]) v.m. er kent kring allan heimin. Serliga er økið [[Toscana]] vældámt sum eitt feriu-, arbeiðs- og uppløðingarstaður (rekreasjón) av mentanarligum persónum kring heimin.
 
[[Renessansan]] vant uppá seg í Italia í 13- og 1400-tallinum. Skøld sum [[Dante Alighieri]], [[Francesco Petrarca]], [[Torquato Tasso]] og [[Ludovico Ariosto]], og rithøvundar sum [[Giovanni Boccaccio]], [[Niccolò Machiavelli]] og [[Baldassare Castiglione]] fingu sera stóra og varandi ávirkan á menningina av tí evropeisku mentanini. Tað sama fingu italskir málarar, myndahøggarar og arkitektar sum [[Filippo Brunelleschi]], [[Leonardo da Vinci]], [[Rafael]], [[Sandro Botticelli]], [[Fra Angelico]] og [[Michelangelo Buonarroti]]. Freskurnar hjá Michelangelo undir takinum í tí [[Sixtinska kapell]]num í Vatikaninum er saman við hansara standmynd av David sum tey allarfremstu súmbolini á renessansuna.