Munurin millum rættingarnar hjá "Hvannasunds kommuna"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 17:
* Múli 4 fólk
* samansett um 450 fólk
 
== Søgan ==
 
Hvannasunds kommuna var í 1872 partur av Norðoya Prestagjdalds kommunu.
Í 1908 var Hvannasunds kommuna uppi í Viðareiðis, Fugloyar og Svínoyar sóknar kommunu.
Í 1950 gjørdust tær seks bygdirnar við Hvannasund til Hvannasunds kommunu. Hesar seks bygdirnar eru: Múli, Fossá, Norðdepli, Depli, Norðtoftir og Hvannasund.
Fossá (nú avtoftað) og Norðdepli eru niðurseturbygdir frá 1866-68. Hinar fýra bygdirnar eru aldargamlar. Múli er nevnd í Hundabrævinum frá 1300-talinum. Í Depli stendur friðaður garður. Hesin er frá 1815.
Hvannasunds kommuna er sum flestu gomlu kommunur í Føroyum broyttar frá gamla bóndasamfelagnum til fiskivinnu- og ídnaðarsamfelag.
Vinnulívið í kommununi er nærum alt fiskivinna og útróður. Havnaviðurskiftini eru góð.
Í 1963 varð flakavirki bygt í Norðdepli. Síðani bergholini vóru gjørd í 1967, er samvinnan við Klaksvíkinga vorðin sera stór. Koyrdar verða bæði virkaðar og óvirkaðar vørur millum kommunurnar.
Tvey stór alibrúk eru í kommununi, eitt hvørju megin byrgingina.
Samferðslukervið er væl útbygt. Koyrandi er millum allar bygdir í kommununi. Í 1974 kom byrging um Hvannasund, so Borðoyggin og Viðoyggin vórðu samanbundnar. Rutubáturin út til Svínoyar og Fugloyar siglir út frá Hvannasundi.
Sjálvt um roynt varð at stovna skúla eystan Múla í 1737, kom ikki gongd á fyrr enn í 1835. Tá fór viðingur, giftur á Toftum (Norðtoftum), at lesa við børnunum á Toftum, Depli og Múla. Í 1837 fór annar viðingur at lesa við børnunum á Viðareiði og Hvannasundi.
Í 1895 varð skúli bygdur í Norðdepli, og hesin stendur uppi enn. Børnini í Hvannasundi vórðu rógvin í skúla, og hini noyddust at ganga. Skúli varð so aftur bygdur í Hvannasundi í 1932. Hesin er í dag kommunuskrivstova.
Í 1985 varð nýggjur skúli bygdur á Fossánesi, og her ganga nú øll børnini í kommununi í skúla til og við 7. skúlaár. Skúlabørnini í framhaldsdeildini verða koyrd til Klaksvíkar. [http://www.hvannasund.fo/sida33]
 
{{stubbi}}