Munurin millum rættingarnar hjá "Avgustur"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 64 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q81214 (translate me)
→‎Gera landgongd: um avgustarnir ið gjørdu landgongd við Streymin
Linja 9:
Hvalurin verður eisini nevndur Spermur, hetta er eisini enska (sperm whale) og norska spermhval) navnið. Hetta navnið kemur av einari serligari olju, sum finst fremst í kúluni á hvalinum, í tí sokallaða spermacetorgan. Henda oljan er klár og flótandi við kropshita, men stadnar tá hitin lækkar og verður tá til ein hvítan form, nakað líkt stearin, hetta líkist nakað sáð og hagani kemur navnið.
 
== Gera landgongd í Føroyum ==
*Jóladag í 2000 svam ein augustur seg uppá sandin í Nesi í [[Hvalba]]. Roynt varð at fáa hann útaftur, men tað eydnast ikki.<br/>
<br/>
*Nýggjársdag [[2012]] gjørdi ein augustur landgongd í mølini millum sandbakkar í Nesi í [[Hvalba]].<ref>[http://www.sudurras.info/9902 Sudurras.info, Augustur í Hvalba]</ref> Eftir ráðum frá djóralækna varð ikki roynt at gera nakað við henda augustin, sum doyði seinni sama dag.<ref>Kringvarp Føroya, Morgunsendingin 3. januar 2011.</ref>
*Í november 2013 gjørdu tveir avgustar landgongd í [[Sundalagið|Sundalagnum]], norðafyri Streymin, annar gjørdi landgongd við [[Norðskála]], meðan hin gjørdi landgongd í Nesvík. Tað vóru upprunaliga fýra avgustar ið svumu har í Sundalagnum, men tveir av teimum fóru avstað aftur. Onkur stjól tenninar á tí fyrra avgustinum ið doyði, fólk sum varða av [[Hvalastøðin við Áir|Hvalastøðini við Áir]] høvdu annars tosað um at varðveita beinagrindina av tí avgustinum, men tá allur undirkjafturin var horvin, so kundi tað gera tað sama. Men tá tann seinni avgusturin doyði, varð ansað betri eftir, og hesaferð vóru tenninar ikki stolnar. Tann 26. november var hesin avgusturin tikin upp á land á Hvalastøðina við Áir, eftir at hava ligið deyður í eini tveir dagar. [[Bjarni Mikkelsen]], lívfrøðingur, setti varliga hol á búkin á honum, og knappliga brast hann so at siga í andlitið á honum. [[Kringvarp Føroya|Kringvarpið]] tók upp á film og varð hetta víst í [[Dagur og Vika|Degi og Viku]] sama kvøldið og eisini lagt á heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Filmsbrotið sum víst at hvalurin brast ferðast síðan víða og varð sætt av fleiri milliónum av fólkum kring allan heimin.
 
== Keldur ==