Munurin millum rættingarnar hjá "Randi Wardum"

Content deleted Content added
No edit summary
dagføring
Linja 5:
== Lívsleið innan fótbólt ==
Randi hevur spælt allar 31 landsdystir hjá [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|føroyska kvinnulandsliðnum]], síðan landsliðið byrjaði aftur í 2004 eftir ein langan støðg (Oyggjaleikir telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir). Randi, [[Malena Josephsen]] og [[Rannvá B. Andreasen]] spældu allar sín 25. dyst fyri Føroyar, tá [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|føroyska kvinnulandsliðið]] hjá kvinnum leikti vinadyst móti Luksembourg hin [[28. november]] [[2012]]. Føroyar vann dystin 6-0.<ref>[http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=874&PID=487 FSF.fo] Føroyskur stórsigur í Luksembourg</ref> Síðan 2004 hevur føroyska kvinnulandsliðið spælt 25 dystir, og tær tríggjar hava leikt í øllum 25 dystunum. Áðrenn tað hevði Føroyar leikt í undankappingini 1995/1996 har liðið leikti 8 dystir, tá var Rannvá ov ung til landsliðið. Landsliðið helt pausu frá 1996 til 2004. Landsdystir í Oyggjaleikunum telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir.<ref>[http://www.kvinnufotbolt.com/index.php?option=com_content&view=article&id=743:leiktu-dyst-nr-25&catid=54:landsliestieindi&Itemid=68 Kvinnufotbolt.com] Leiktu dyst nr 25</ref>
 
Í 2008 spældi hon við íslendska felagnum Valur, sum spældi í Úrvalsdeildini, sum er fremsta kvinnudeildin í Íslandi. Randi var fyrsta føroyska kvinna ið leikti í fremstu fótbóltsdeildini í øðrum landi enn Føroyum.<ref>[http://www.uefa.com/memberassociations/association=fro/news/newsid=1457108.html Uefa.com]</ref>
 
Randi hevur leikt 25 dystir í [[UEFA Women's Champions League]] við [[KÍ (kvinnur)|KÍ]].
 
== Keldur ==