Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Myndanýtsla"

Content deleted Content added
sNo edit summary
dagføring
Linja 1:
Hetta er meint sum kunning til tey sum ikki hava roynt fyrr at leggja myndir á Wikipedia frá [https://commons.wikimedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a/fo Commons Wikimedia]. Eftir 2. desember 2013 ber til at rætta við VisualEditor á føroysku Wikipediu. Tað er ein meira nútíðarhóskandi máti at redigera uppá, og har nýtist ein ikki at duga wiki-kotur. Tað at leggja myndir út við VisualEditor fer fram á ein annan hátt enn tað ið greitt verður frá her. Sí [[Wikipedia:VisualEditor/Brúkaravegleiðing]] fyri at lesa meira um hvussu tú leggur myndir inn á greinar og um hvussu tú rættsr við VisualEditor.
Hetta er meint sum kunning til tey sum ikki hava roynt fyrr at leggja myndir á Wikipedia frá Commons Wikimedia.
 
Til ber at finna myndir á Wikimedia Commons, sum kunnu brúkast á Wikipedia á øllum málum. Har eru nógvar myndir úr Føroyum og øllum heiminum. Far inn á Wikimedia og skriva eitt orð í leititeigin ovast til høgru, til dømis kanst tú skriva Faroe Islands, Tórshavn ella Suðuroy. So kemur tú inn á síðuna við tí heitinum (um ein slík er til). Har eru so fleiri myndir, men tú kanst finna uppaftur fleiri myndir, um tú fer niðast á síðuna har bólkarnir standa. Um tú klikkir á bólkin Category:Tórshavn so koma nógv fleiri myndir fram av Havnini, enn tað eru myndir á síðuni um Tórshavn. Um tú finnur eina mynd á Wikimedia Commons, sum tú vil leggja á eina grein á føroysku Wikipediuni, so kopierar tú bara tittulin (tó ikki File:), so markerar tú har sum myndin skal leggjast inn, tað kann til dømis vera ovast á einari síðu, og so veljur tú ikonina ovast til vinsru sum er av einari mynd, (tað stendur "Embedded file" tá man markerar við músinini uppiyvir ikonini) og klikkir á hana, og so setur tú heitið á myndini inn har, soleiðis at har kemur at standa Mynd:Example.jpg í hesum klombrunum: [[]] Júst tá tú hevur trýst á ikonina við myndini, so "lýsir" Example.jpg blátt og tað merkir, at tú kanst skriva beinleiðis útyvir tað, tað verður strikað tá tú byrjar at skriva. Tú setir so heitið á myndini inn við at trýsta á Ctrl og V í senn. Tú mást minnast til at seta lodrætta striku inn | (tú finnur allar wikikoturnar niðast á hesi síðuni, tú setur tær inn við at klikkja á tær) og at skriva thumb og so aftur eina lodrætta striku og so kanst tú skriva hvat sæst á myndini. Um tú ikki skrivar thumb aftanfyri tittulin og lodrætta striku, so verður myndin víst í fullari stødd og fyllir alla síðuna. Um tú eigur myndir, sum tú ynskir at leggja á Wikipedia, so er best at leggja tær á Wimimedia Commons, sjálvt um tað ber til at leggja tær beinleiðis á føroysku Wikipedia. Fyrimunurin við at leggja myndirnar á Commons er, at so kunnu myndirnar eisin brúkast á ensku, týsku, donsku og øllum øðrum Wiki'um, uttan at nakar noyðist at upploada myndirnar enn einaferð. Um tú leggur myndir á Wikimedia Commons ella beinleiðis á Wikipedia, so mást tú bert gera tað um so er at tað eru tínar egnu myndir. Tú mást ikki upplóta myndir, sum onnur hava tikið og sum tú tí ikki eigur rættindini til.
== Myndir á Wikimedia Commons ==
Til ber at finna myndir á [https://commons.wikimedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a/fo Wikimedia Commons], sum kunnu brúkast á Wikipedia á øllum málum. Har eru nógvar myndir úr Føroyum og øllum heiminum. Far inn á Wikimedia og skriva eitt orð í leititeigin ovast til høgru, til dømis kanst tú skriva Faroe Islands, Tórshavn ella Suðuroy. So kemur tú inn á síðuna við tí heitinum (um ein slík er til). Har eru so fleiri myndir, men tú kanst finna uppaftur fleiri myndir, um tú fer niðast á síðuna har bólkarnir standa. Um tú klikkir á bólkin Category:Tórshavn so koma nógv fleiri myndir fram av Havnini, enn tað eru myndir á síðuni um Tórshavn. Um tú finnur eina mynd á Wikimedia Commons, sum tú vil leggja á eina grein á føroysku Wikipediuni, so kopierar tú bara tittulin (tó ikki File:), so markerar tú har sum myndin skal leggjast inn, tað kann til dømis vera ovast á einari síðu, og so veljur tú ikonina ovast til vinsru sum er av einari mynd, (tað stendur "Embedded file" tá man markerar við músinini uppiyvir ikonini) og klikkir á hana, og so setur tú heitið á myndini inn har, soleiðis at har kemur at standa Mynd:Example.jpg í hesum klombrunum: [[]] Júst tá tú hevur trýst á ikonina við myndini, so "lýsir" Example.jpg blátt og tað merkir, at tú kanst skriva beinleiðis útyvir tað, tað verður strikað tá tú byrjar at skriva. Tú setir so heitið á myndini inn við at trýsta á Ctrl og V í senn. Tú mást minnast til at seta lodrætta striku inn | (tú finnur allar wikikoturnar niðast á hesi síðuni, tú setur tær inn við at klikkja á tær) og at skriva thumb og so aftur eina lodrætta striku og so kanst tú skriva hvat sæst á myndini. Um tú ikki skrivar thumb aftanfyri tittulin og lodrætta striku, so verður myndin víst í fullari stødd og fyllir alla síðuna. Um tú eigur myndir, sum tú ynskir at leggja á Wikipedia, so er best at leggja tær á Wimimedia Commons, sjálvt um tað ber til at leggja tær beinleiðis á føroysku Wikipedia. Fyrimunurin við at leggja myndirnar á Commons er, at so kunnu myndirnar eisin brúkast á ensku, týsku, donsku og øllum øðrum Wiki'um, uttan at nakar noyðist at upploada myndirnar enn einaferð. Um tú leggur myndir á Wikimedia Commons ella beinleiðis á Wikipedia, so mást tú bert gera tað um so er at tað eru tínar egnu myndir. Tú mást ikki upplóta myndir, sum onnur hava tikið og sum tú tí ikki eigur rættindini til.
 
Um tú ivast í, hvussu tú leggur myndirnar inn á Wikipedia frá Commons, so kanst tú hyggja eftir hvussu tað eigur at síggja út við at hygga eftir greinum, har myndir eru. Tað einasta man hevur brúk fyri at vita er hvar ið myndirnar eru, finna røttu myndina, og so má man dugs copy/paste sum er lætt nokk. Tú markerar bara tittulin á myndini, trýstur tastarnir Ctrl og C niður í senn (so hevur tú kopierað), og so fer tú inn á síðuna á føroysku Wikipedia har greinin er, har tú ynskir at leggja myndina. Trýst á "Rætta" og finn fram til tað staðið sum er best hóskandi at leggja myndina og ger sum nevnt omanfyri og trýst á ikonina við myndini. Trýst so á Ctrl og V tastarnir í senn (sum merkir set inn) og so kemur heitið á myndini, sum tú júst hevur kopierað frá Wikimedia Commons. Áðrenn tú trýsti rá "Goym síðu" er tað altíð eitt gott hugskot fyrst at trýsta á "Forskoðan", tí so sær man um alt er gjørt á rættan hátt ella um nakað er galið. Um eitt millumrúm er ov nógv ella um man hevur kopierað File: eisini, so kemur tað ikki at rigga og myndin sæst ikki, í staðin sæst ein reyð leinkja við heitinum á myndini.
 
Góða eydnu.