Munurin millum rættingarnar hjá "Børge Brende"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|220px|Børge Brende. '''Børge Brende''' (føddur 25. september 1965) er uttanríkisrá..."
 
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Børge Brende at the World Economic Forum on Africa 2008.jpg|thumb|right|220px|Børge Brende.]]
'''Børge Brende''' (føddur 25. september 1965) er uttanríkisráðharri í [[Norra]]. Børge Brende er eitt kent navn í norskum politikki, hann hevur verið virkin í [[Høgri|Høgra]] síðani hann var 14 ára gamal. Hann er 48 ára gamal, og hevur áður verið umhvørvisráðharri og vinnumálaráðharri í Bondevik 2-stjórnini. Hann hevur eisini verið næstformaður í Høgra frá 1994 til 1998. Brende varð valdur inn á Stórtingið til valini í 1997, 2001 og 2005. Áðrenn tað sat hann tvær setur sum varalimur til Stórtingið. Hann hevur umframt at arbeiða í [[World Economic Forum]] eisini staðið á odda fyri Norska [[Reyði Krossur|Reyða Krossi]]. Norska tíðindastovan, NTB, skrivar, at [[Erna Solberg]] (H) vónar, at Børge Brende kann bøta um viðurskiftini við [[Kina]], sum hava verið sera kaldlig, síðani kinesiski andstøðingurin, Liu Xiaobo, fekk Nobel friðarheiðurslønina í 2010. Eygleiðarar vísa á, at Børge Brende í starvi sínum sum stjóri í World Econmic Forum hevur havt beinleiðis samband við kinesiska forsætisráðharran <ref>http://www.adressa.no/nyheter/innenriks/article8435369.ece</ref>.
 
== Keldur ==
<references/>
 
[[Bólkur:Norskir politikarar]]