Munurin millum rættingarnar hjá "Abraham Lincoln"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 26:
 
== Gettysburg-røðin ==
[[File:The_Peacemakers_1868.jpg|thumb|right|220px|Lincoln verður mettur sum ein av teimum størstu og mest týðandi forsetum í søgu USA.]]
 
Í 2013 eru liðin 150 ár síðani táverandi amerikanski forsetin Lincoln flutti fram ta sonevndu Gettysburg-røðuna, sum í dag er ein tann kendasta røðan í heimssøguni. Hetta var í sambandi við, at ein kirkjugarður til falnar hermenn varð vígdur í Gettysburg í [[Pennsylvania]] tann 19. november í 1863, mitt undir [[Amerikanska Borgarakríggið|amerikanska borgarakrígnum]]. Hetta var hálvan fimta mánað eftir bardagan við Gettysburg, ið verður roknaður sum vendin í borgarakrígnum. Í røðuni, sum vardi bert tveir minuttir, talaði Lincoln um javnrættindi millum menniskju, og røðan gjørdi, at amerikanska borgarakríggið fór frá at snúgva seg um at halda saman upp á amerikanska sambandsríkið til eisini at snúgva seg um frælsi og javnrættindi fyri allar borgarar í USA. Tað er ikki full semja um, júst hvat Lincoln segði í røðuni. Tað eru fimm ymisk handrit til av røðuni – tvey, sum vórðu skrivað áðrenn røðan varð hildin, og trý sum vórðu skrivað aftaná – og tey eru ikki eins, umframt at fult samsvar heldur ikki er millum endurgevingarnar, sum tíðindabløðini høvdu av røðuni.