Munurin millum rættingarnar hjá "Abraham Lincoln"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 24:
 
Í nógv ár sóru [[Demokratiski Flokkurin|Demokratarnir]] við valdinum í USA, og tí hevði [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetin]] altíð verið ein suðurstatsmaður. Men í [[1860]] vendi, tí tá vunnu [[Republikanski Flokkurin|Republikanararnir]] forsetavalið, og Lincoln gjørdist forseti og flutti inn í Hvítu Húsini í [[Washington DC]]. Lincoln er síðan vorðin hin best umtókti av øllum amerikonsku forsetunum. Hann var kendur sum íðin mótstøðumaður av [[Trælur|trælahaldi]], og tá iv hann var valdur til forseta í [[1860]], varð tað suðurstatsfólkunum greitt, hvat tey høvdu í væntu. Ellivu av Suðurstatunum gjørdu ikki vandari enn so, at teir søgdu limaskap sín í samveldinum upp við tí í hyggju at skipa eitt egið samveldi. Frá tí fyrsta hevði Lincoln ta áskoðan, at hetta fór at gerast ein vanlukka fyri bæði Suður- og Norðurstatirnar, um [[USA|Amerika]] fór í tvíningar. Tí noktaði hann at góðkenna uppsagnirnar, og var hetta neistin, sum fekk [[Amerikanska Borgarakríggið]] at byrja. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í [[1865]]. Hann hevði rokkið sínum máli, hann hevði megnað at hildið Amerika saman, og hann hevði vinnið [[Afroamerikanarar|afroamerikanarunum]] frælsi. Sigursgleðin vardi tó stutt hjá honum.
 
== Gettysburg-røðin ==
 
Í 2013 eru liðin 150 ár síðani táverandi amerikanski forsetin Lincoln flutti fram ta sonevndu Gettysburg-røðuna, sum í dag er ein tann kendasta røðan í heimssøguni. Hetta var í sambandi við, at ein kirkjugarður til falnar hermenn varð vígdur í Gettysburg í [[Pennsylvania]] tann 19. november í 1863, mitt undir [[Amerikanska Borgarakríggið|amerikanska borgarakrígnum]]. Hetta var hálvan fimta mánað eftir bardagan við Gettysburg, ið verður roknaður sum vendin í borgarakrígnum. Í røðuni, sum vardi bert tveir minuttir, talaði Lincoln um javnrættindi millum menniskju, og røðan gjørdi, at amerikanska borgarakríggið fór frá at snúgva seg um at halda saman upp á amerikanska sambandsríkið til eisini at snúgva seg um frælsi og javnrættindi fyri allar borgarar í USA. Tað er ikki full semja um, júst hvat Lincoln segði í røðuni. Tað eru fimm ymisk handrit til av røðuni – tvey, sum vórðu skrivað áðrenn røðan varð hildin, og trý sum vórðu skrivað aftaná – og tey eru ikki eins, umframt at fult samsvar heldur ikki er millum endurgevingarnar, sum tíðindabløðini høvdu av røðuni.
 
== Deyði hansara ==