Munurin millum rættingarnar hjá "Malla Samuelsen"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 1:
'''Malene (Malla) Sofie Samuelsen''', vanliga nevnd '''Malla Samuelsen''' (fødd 11. juli 1909 á [[Kirkja (bygd)|Kirkju]], deyð 29. november 1997 í [[Tórshavn]]) var ein føroyskur politikari. Hon var fyrsta føroyska kvinnan, ið tók sæti á [[Føroya LøgtingiLøgting]]i, tað var sum varafólk í 1964.<ref>[http://www.kvinfo.dk/side/597/bio/1143/origin/170/ kvinfo.dk, Malla Samuelsen (1909 - 1997), Samuelsen, Malene (Malla) Sofie]</ref>
 
== Lívsleið ==
Malla vaks upp á Kirkju. Hon var dóttir Susanne Elisabeth Zachariasen (1885-1919) og Petur Pauli Poulsen (1881-1957). Tá Malla var 8-ára gomul, doyði mamma hennara, og tey sjey systkini vuksu upp ymsastaðni hjá familjuni. Malla vaks upp hjá ommuni og abbanum í móðurætt, abbi hennara var S.M. Zachariasen, sum var skúlalærari, politikari og skald. Tá hon var 16-ára gomul flutti hon til Havnar, har hon helt hús fyri ein morbróður og ein beiggja hennara. Hon búði har í eini tvey ár, og gekk eisini eitt skifti tá á háskúlanum í Havn. Síðan fór hon til Danmarkar[[Danmark]]ar at vera ung genta í húsinum. Har fór hon í læru sum garvari. Afturkomin til Føroya royndi hon at etablera seg sum garvara, men tað noyddist hon at gevast við og fór aftur til Keypmannahavnar at arbeiða sum tænastugenta. Í 1935 giftist hon við Carl Niklas Samuelsen, og hon og maðurin búsettust í Havn. Hann sigldi í donsku sjóverjuni, so hon var ofta heima einsamøll við børnunum, eins og nógvar aðrar føroyskar kvinnur. Tey fingu trý børn: Beinta (1936), Elinborg (1942), Sjúrður (1947).
 
Í 1952 var Malla ein av stigtakarunum til [[Kvinnufelagið í Havn]]. Hon sat í nevndini í fleiri ár og eisini sum formaður nøkur ár. Tær í kvinnufelagnum meintu, at kvinnur eisini áttu at luttaka aktivt í politikki, og tá listarnir ið vóru frammanundan ikki so fegnir vildu hava kvinnur á listan, so gjørdu tær sín egna lista við Mallu sum høvuðsvalevni til býráðsvalið í 1956, hon hevði annars tilknýti til [[Sjálvstýrisflokkurin|Sjálvstýrisflokkin]]. Malla varð vald inn í Tórshavnar býráð og gjørdist limur í fleiri av teimum føstu nevndunum. Alt valskeiðið til 1960 var hon forkvinna fyri Sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð. Kvinnulistin stillaði aftur upp til næsta býráðsval, men tá høvdu hinir listarnir eisini fingið nakrar kvinnur á teirra listar. Tað eydnaðist tó ikki nakrari av teimum at verða valdar tá. Í 1964 tók hon sæti sum varafólk á Løgtinginum, og gjørdist harvið fyrsta føroyska kvinna ið tók sæti har. Tað gingu tó 14 ár, áðrenn tær fyrstu kvinnurnar vóru valdar beinleiðis inn á [[Føroya Løgting]], tað var í 1978, tá [[Jona Henriksen]] og [[Karin Kjølbro]] vóru valdar á ting.
 
Í 1965 bleiv hon eggja til at gerast leiðari av tí kommunala ellis- og røktarheiminum í Havn, og hon segði ja, og skuldi fyrst bara vera leiðari í 3 mánaðir, men tað endaði við at hon sat sum leiðari av heiminum í 13 ár. Malla var eisini limur í barnaverndini í Havn í nógv ár.