Munurin millum rættingarnar hjá "Livar Nysted"

Content deleted Content added
Linja 7:
 
=== Við tRio tvørtur um Indiska Havið í 2013 - Nýtt heimsmet ===
Livar og tveir aðrir høvdu ætlanir um at rógva tvørtur um Indiska Havið í einum báti við bert trimum rógvarum.<ref>[http://eystportal.fo/livar+nysted+fer+at+rogva+i+indiskahavinum+i+summar.html Eystportal.fo] Túrurin skuldi verða úr [[Perth]], [[Avstralia]] til [[Mauritius]], teinurin er umleið 6.500 km. Livar Nysted og hinir báðir byrjaðu at rógva í Indiskahavinum 9. juni 2013</ref> Ein av rógvarunum er ein libanesi, [[Maxime Chaya]], sum er ein ævintýrari og hevur roynt alt møguligt, eitt nú var hann fyrsti libanesi, sum klintraði upp á [[Mount Everest]].<ref>Samrøða í útvarpinum hjá Kringvarpinum 18. apríl 2013, sum Solby Kristiansdóttir gjørdi við Livar.</ref> Triði rógvarin er breti og eitur Stuart Kershaw. Ferðin um Indiska Havið byrjaði 9. juni 2013. Alt gekk gott teir fyrstu dagarnar, ymiskir trupulleikar vóru á ferðini, hin 15. juni var okkurt galið við vatngeranum umborð. 19. juni høvdu teir enn trupulleikar við vatngeranum, og nú vóru eisini trupulleikar við manglandi streymi. Vindmyllan virkaði ikki sum hon skuldi, teir høvdu eisini sólpanelir umborð, men tað hevði verið yvirskýggjað, og tí høvdu hesir ikki framleitt nakran serligan streym henda fyrsta partin av túrinum. Hin 23. juni høvdu teir mótvind og stóra aldu, og høvdu ligið við drívakkeri í tveir dagar, uttan at rógva. Men teir róku tó tann rætta vegin móti Mauritius. Eitt gott sum hendi, meðan teir lógu við drívakkeri, var at Livar tá fekk góðar stundir til at hyggja nærri eftir vatngeranum, og helt at okkurt sá eitt sindur løgi út, hann býtti so um uppá okkurt og stytti onkra slangu, og so fór hann at virka aftur sum hann skuldi. Hann var nokk feilmonteraður, sá tað út til.<ref>[http://livar.trip.fo/news-heilsan+fra+livar_grgv.htm Livar.trip.fo]</ref> Hin 22. juni høvdu teir róð 1200 km.<ref>[http://aktuelt.fo/grein/48_timar_drvakkeri Aktuelt.fo] 48 tímar í drívakkeri</ref> Tað seinasta strekkið hjá Livari og teimum móti Mauritius gekk sera væl, teir høvdu undanvind og komu langt fram á leið. Hin 5. august 2013 komu teir leiðina fram. Teinurin hevði tá tikið 57 dagar, 15 tímar og 49 minuttir, og tað var nýtt heimsmet.<ref>[http://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=1057&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=3d70c4482c0c8c24f53ab5e7e1469b77 in.fo, Livar fegnast um heimsmetið]</ref>
 
==== Trý heimsmet vóru sett á túrinum ====
Livar setti í alt trý heimsmet á hesum túrinum. Í november 2013 fekk Livar trý próg um nýggj heimsmet, sum hann hevði sett á túrinum, havav átti hann tað eina einsamallur. Heimsmetini vóru hesi:
#Heimsmet fyri at hava róð skjótast um Indiahav
#Heimsmet fyri at hava róð saman við bara tveimum øðrum rógvarum um Indiahav sum teir fyrstu
#Heimsmet fyri at hava róð tvørtur um tvey høv sama ár<ref>[http://aktuelt.fo/grein/progvini_hja_livari_komin_fram Aktuelt.fo, Prógvini hjá Livari komin fram]</ref>
 
=== Tvørtur um Suðuratlantshavið í 2013 við Avalon ===