Munurin millum rættingarnar hjá "Pætur Mikli"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Peter_der-Grosse_1838.jpg|thumb|right|250px|Pætur Mikli ([[1672]] - [[1725]])]]
'''Pætur Mikli''' ([[30. mai]] [[1672]] - [[8. februar]] [[1725]]) stýrdi [[Russland]]i saman við hálvbeiggja sínum [[Ivan 5.|Ivani 5.]] ([[1682]]-[[1696|96]]) og stýrdi síðan einsamallur til [[1725]]. Hann setti sær fyri at gera avbyrgda og afturútsiglda landið til eitt stórveldið í [[Evropa]]. Á ferð í [[Evropa|Vesturevropa]], sum vardi í 18 mánaðir ([[1697]]-[[1698|98]]), fekk hann sær vitan um alskyns viðurskifti. Heimafturkomin nýtti hann vitanina sum fyrimynd fyri at broyta almennar [[Russland|russiskar]] stovnar og siðir. Hann setti í gildi nýggjar stýrisskipanir, stuðlaði útbúgving, umskipaði [[Kirkja|kirkjuna]], og tá ið embætismenn vórðu fluttir upp í starvi, var nú oftari hugt eftir dugnaskapi enn eftir ættarviðurskiftum. Hann sendi ungar [[Russland|russar]] til [[Evropa|Vesturevropa]] at nema sær kunnleika um herlist, herflota og ídna, og hann bygdi upp ein yrkisher við 300 000 monnum og læt skipa landsins fyrsta herflota. Pætur kríggjaðist við [[Svøríki]] ([[1700]]-[[1721|21]]) og vann sigur, og tá lá leiðin opin til [[Eystarasalt]]. Í [[1703]] grundaði hann [[St. Pætursborg]] innast í [[Finnlandsvík]] í [[Eystarasalt]]i. Í [[1712]] gjørdi hann býin til høvuðsstað í ríkinum, og í [[1721]] útnevndi hann seg til zar í øllum [[Russland]]i.
 
Pætur var meira enn 2 m høgur og av allar sterkastu monnum bæði til liksams og sálar. Hann var arbeiðssamur og viljasterkur, men kundi eisini vera ógvuliga harðrendur. Tey, sum vágaðu sær at seta seg upp ímóti honum, fingu ikki náði, enntá ikki hansara egni sonur var eirdur. Pætur var áhugaður í øllum arbeiði og íðin at gera alt sjálvur og lærdi seg tí at smíða skip, at væla um klokkur, at seyma skógvar, at skera út, at taka út tenn og skotvápnsmíð.