Munurin millum rættingarnar hjá "Brúgvin um Streymin"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 4 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q845275 (translate me)
Óli (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 2:
'''Brúgvin um Streymin''' er einasta brúgv millum oyggjar í [[Føroyar|Føroyum]]. Brúgvin um Streymin er tvørtur um [[Sundalagið]] millum [[Eysturoy]]nna og [[Streymoy]]nna, har tað er smalast - millum bygdirnar [[Oyrarbakki|Oyrarbakka]] og [[Norðskáli|Norðskála]] á [[Eysturoy]]nni. Brúgvin, sum er 220 metrar long, var tikin í nýtslu í [[1973]]<ref>[http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=16524 www.landsverk.fo: "Brýr og byrgingar í Føroyum"]</ref>. Tað var byggifelagið [[E. Pihl & Søn]], ið stóð fyri arbeiðinum. Hæddin undir brúnni er 17 metrar í siglingarrennuni, og har er ? m. Saman við [[Norðskálatunnilin|Norðskálatunlinum]], sum varð tikin í brúk 3 ár seinni, er hon partur av meginferðsluæðrini í [[Føroyar|Føroyum]].
 
'''Brúgvin um Streymin fyllir 40 ár'''
 
Sama dag sum kenda brúgvin um [[Bosporussundið]] í [[Turkaland]]i, ið knýtir [[Evropa]] og [[Asia]] saman, var liðug, lat Brúgvin um Streymin upp fyri almennari ferðslu.
 
Týsdagin 30. oktober 1973 var hátíðardagur bæði í Sundalagnum og í Istanbul, tí tá vórðu ávikvist Brúgvin um Streym og brúgvin um Bosporus-sundið tiknar alment í nýtslu. Hóast stórur munur í stødd, so mundi týdningurin av nýggja sambandinum í Sundalagnum vera líka stórur fyri okkum føroyingar, sum fasta sambandið um Bosporus-sundið var fyri turkar.
 
Brúgvin um Streymin var samstundis fyrsta brúgvin fyri bilferðslu um [[Atlantshav]]ið, og kostnaðurin fyri tátíðar størstu føroysku verkætlan nakrantíð, var umleið 14 mió. krónur.
 
Tað tók hálvtriðja ár at gera brúnna. Arbeiðið at gera undirstøðið byrjaði í mars 1971, og hálvttriðja ár seinni stóð brúgvin liðug. Brúgvin er 220 metrar long, 9,5 metrar breið (er síðani breiðkað við eini gongubrúgv) og 17 metrar høg. Frammanundan var ein byrging gjørd um sundið í 1970.
 
Í [[1950]] var ferðatíðin av [[Eiði]] til [[Tórshavn|Havnar]] fýra tímar, men síðani brúgvin kom – og seinni eisini [[Kollfjarðartunnilin]] – tekur hetta minni enn ein tíma. Menningin av hesi farleið legði sostatt lunnar undir ein nýggjan hátt at búleikast í Føroyum, tí tað ikki í sama mun longur var neyðugt at búgva, har arbeiðsplássið var.
 
Trý ár eftir, at Brúgvin um Streymin var liðug, kom [[Norðskálatunnilin]], og enn fleiri føroyingar fingu tá fulla gleiði av brúnni. [[Sundalagið]] gjørdist tá høvuðsferðsluæðrin í Føroyum, tí nærum alt samband millum norður, suður, eystur og vestur – nú dagliga umleið 4.500 bilar – fara um hesa farleið. Brúgvin um Streymin hevur tí havt avgerðandi týdning fyri menningina av føroyska samfelagnum.
 
Fyri fáum árum síðani varð brúgvin dagførd, og er nú sum nýggj. Í sambandi við høvuðsumvælingina, sum var liðug í 2011, varð nýggj gongubrúgv, sum er fest í norðaru brúgvasíðu, tikin í nýtslu. Hetta hevur gjørt tað trygt hjá fólki at ganga og renna tvørturum, tí tey nú ikki koma í samband við koyrandi ferðsluna.
 
Fleiri hundrað skúlabørn, lærarar, barnagarðsbørn og pedagogar úr teimum ymsu skúlunum og dagstovnunum í Sunda Kommunu vóru komin til hátíðarhaldið, sum varð hildið 10. mars 2011, har tey gingu eftir gongubrúnni veittrandi við føroyskum fløggum.
 
Umvælingin av Brúnni um Streym kostaði umleið tað sama, sum tað kostaði at byggja hana í síni tíð. Roknað til nútíðarprís hevði brúgvin kostað umleið 75 mió. krónur.
 
Til samanberingar kostaði brúgvin um Bosporus 200 mió. amerikanskar dollarar. Dagsins prísur hevði verið 1,05 mia. dollarar, sum svara til stívar 5,7 mia. krónur.
 
Lesið søguna um Brúnna um Streymin í 60 ára jubileumsbókini um Landsverk frá 2008 undir heitinum "Mynstur broytast" frá síðu 254-261. [http://www.landsverk.fo/get.file?ID=9904 Ritið finst sum pdf á síðuni hjá Landsverk].
 
Kelda: [[Landsverk]]
==Keldur==
<references/>