Munurin millum rættingarnar hjá "Russiska kollveltingin 1917"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 1 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q8729 (translate me)
sNo edit summary
Linja 19:
Bolsjevikkarnir vóru góðir til at vísa seg fram, og teir áttu meirilutan í teimun týdningarmestu sovjettunum. Fyribilsstjórnin stóð ikki væl, og eftir ein stuttan skotbardaga tóku hermenn og arbeiðarar hermennirni til fanga. Hetta var 7. novembur 1917.
 
Ein nýggj stjórn við Lenin á odda var tilnevnd. Við í hesari nevndini vóru Trotskji og ein maður við dulnevninum [[Stalin]]. Bolsjevikkarnir vóru vísur í at vinna valið til tjóðartingið, men teir fingu bert 25% av atkvøðunum. Men lenin vildi ikki geva valdið frá sær og tók tjóðartingið av í januar 1918, so aðrir politiskir flokkar vóru bannaðir.
 
Tað nýggja ríkið setti seg fyri at bøta um viðurskiftini í landinum. T.d skuldu kvinnur hava valrætt og skuldu fáa somu løn sum mannfólk fingu og somu rættindi í hjúnalagnum. Ein av teimun sum vóru á odda við hesum var almannaráðharrin Aleksandra Kollontaj, sum var ikki vældámd millum mannfólk hóðast Lenin stuðlaði henni. Kommunistaflokkurin vildi ei heldur góðtaka kirkjuna tí at tey hildu at kirkjan hevði stuðla Zarinum og valdi hansara, og øll jørðin sum kirkjan hevði átt, bankar og ídnaðurin fóru til landið.
Linja 28:
 
Lenin hevði vóna at onnur lond fóru at skipa fyri arbeiðiskollveltingum, og síðani koma til Sovjetsamveldinum til hjálpar. Men allar kollveltingar vóru bardar niður aftur beinaveg. Sovjetsamveldinum var nú blóðfátækt, og noyddist einsamalt svara hvørjum sítt.
Í 1924 doyði Lenin, hann hevði stutt áðrenn skrivað eitt politiskt testament, har hann ávaraði ímóti at geva [[Stalin]] ov nógv vald. Men ávaringin kom forseint fram, og Stalin hevði longu fingið starv sum aðalfloksskrivari, og hevði stóra ávirkan á hvør kundi sleppa at gerast limur í flokkinum.
Natúrligi eftirmaður Lenins var trotskij. Hann hevði verið oddamaður hjá reyðaherinum gjøgnum innanlandskríggið, eisini var hann ein góður røðari og fyriskipari. Hann helt fast um, at sovjetsamveldið skuldi arbeiða fyri heimskollvelting, sum hann helt skjótt fór at koma.
Stalin helt, at hetta ikki fór at bera til og vildi heldur tryggja sær sosialismu í einum landi. Sovjetsamveldið mátti nú hava sjálvsálit og dúva upp á natúrligu tilfeingi landsins.