Munurin millum rættingarnar hjá "Avstralia"

Content deleted Content added
Linja 36:
[[Mynd:Indig2.jpg|thumb|left|220px|Tá ið bretar komu til Avstralia, broyttist lívið hjá upprunafólkunum. Nógv vórðu dripin.]]
Tað var ikki fyrr enn aftan á ár 1500, at menn úr Evropa vistu, at Avstralia var til; men teir hildu, at eitt land átti at vera har, sum Avstralia er. Á einum 2000 ára gomlum heimskorti stendur eisini hetta teknað. Landið kallaðu teir ''Australis Incognita'', sum merkir hitt ókenda landið fyri sunnan <ref>http://snl.no/Terra_australis_incognita</ref>. Í hesum ókenda landi fyri sunnan búði kortini fólk, sum menn halda er komið hagar fyri einum 12000 árum síðan úr [[Asia|Eysturásia]], men hevur síðani lítið og einki samband havt við onnur fólk. Hetta fólkið kalla við aborginarar. Teir gomlu avstraliararnir ferðaðust um alt landið. Teir hvørki veltu ella sáaðu, men konufólkið hevði sneis at ríva røtur úr jørðini við, tær hentaðu egg á heiðunum og villar fruktir av trøum og øðrum vøkstrum og fangaðu smádýr til matna, meðan mannfólkið veiddi dýr í skógunum, á savannunum og á steppunum. Veiðiamboðini vóru sleingisteinar, spjót, net og boomerang; alt gjørt úr gróti, viði ella beini. Boomerangin er av viði, tilevnað sum ein stýrisarmur. Aborginarnir gingu mest sum naknir, eitt skinnskjúrt ella skinnfyriklæði, tað var alt, stundum kroppurin meiggjaður út í málningum. Hús høvdu teir eingi, men baldust í hellum, holum ella á lívdargóðum støðum á heiðini. Har sum teir vóru, kyndu teir bál. Eld fingu teir við at bora eitt træ niður í eitt annað. Við bálið offraðu teir til gudarnar ella dansaðu um tað gudiligar dansir, gudunum til heiðurs; teir sótu og ótu við bálið um dagin og svóvu uttan um tað um náttina. Við norðurstrendurnar í Avstralia høvdu teir útholaðar træbular til bátar, sum teir fóru á flot við.
Tá ið fólkið byrjaði at koma til avstralia fyri nógvum túsund árum síðani, vóru fólkini ikki heilt sum tey eru nú. Fólkið í flutti til Avstralia vóru fólk ið vóru kasta út úr heiminum, tí tey vóru ljótari og høvdu aðra farvu enn hini.. ikki vóru tey ljós ella myrk, men eitt sindur blá. Avstralia í tí tíðini var eitt land fyri tey ljótu.
 
=== Niðursetufólkið ===