Munurin millum rættingarnar hjá "Menningarland"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 46 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q177323 (translate me)
No edit summary
 
Linja 1:
[[Mynd:Street_Child,_Srimangal_Railway_Station.jpg|thumb|right|250px|[[UNICEF]], barnagrunnur [[ST]], heldur, at fleiri enn 100 milliónir børn halda til úti á gøtuni <ref>http://www.cyc-net.org/cyc-online/cycol-0904-Homelessness.html</ref><ref>http://www.womenaid.org/wcwi.htm</ref>. Mangt ger, at børn fara út á gøtuna, t.d. fátækt, harðskapur, svongd ella kynslig misnýtsla.]]
'''Menningarland''' er land, har [[Búskapur|búskaparliga]] menningin ikki er komin so langt áleiðis sum til dømis í [[USA]] og [[Evropa|Vesturevropa]]. Tí verða menningarlondini ofta eisini nevnd "tey fátæku londini". Næstan øll menningarlondini hava verið [[Hjáland|hjálond]]. Menningarlondini eru øll tætt sunnan fyri ella norðan fyri linjuna (miðkring), í [[Suðuramerika]], [[Ásia]] ella [[Afrika]]. Tríggir fjórðingar av heimsins fólkum búgva í menningarlondum. Flestum menningarlondum vantar peining, til dømis til heilsuverk, útbúgving, vatnveiting, skúla og ídnaðarmenning.
 
Menningarlond hava í mong ár roynt at fingið tey ríku londini at skilt, at verandi heimsskipan er órættvís. Tey halda, at trupult verður at loysa trupulleikar í fátæku londunum, verður búskaparliga heimsskipan ikki broytt. Menningarlondini vilja millum annað sjálv hava ræði á sínari rávøru, betri prís fyri vøruna, ynskja sær nýmótans tøknifrøði og dyggari stuðul. Menningarlondini vilja eisini hava størri rættvísi. Teimum tørvar m.a. at menna heilsuverkið.