Munurin millum rættingarnar hjá "Greta Svabo Bech"

Content deleted Content added
Linja 5:
 
== Lívsleið innan tónleik ==
Meðan Greta las á lærdum háskúla í Liverpool, var hon við til at stovna tónleikabólkin [[Picture Book]], har hon var limur í 4 ár. Í 2010 sang hon ein sang hjá [[Kanada|kanadiska]] produsaranum [[Deadmau5]] (verður úttalað á enskum sum "dead mouse"), sum var útgivin sum videolag á YouTube og sum stakfløga í november 2011. Sangurin var eisini á fløguni 4 x 4 = 12 hjá Deadmau5, sum varð útgivin 6. desember 2011.<ref>[http://www.vagaportal.fo/pages/posts/sangur-hja-foroysku-gretu-fer-um-allan-heim-6389.php Vagaportal.fo, Sangur hjá føroysku Gretu fer um allan heim]</ref> Hesin sangurin varð tilnevndur sum ''Besta dansiupptøkan'' (Best Dance Recording) á tí 54. Grammy Awards hátíðarhaldinum.<ref>[http://www.grammy.com/news/exploring-the-grammys-danceelectronica-field-nominees Grammy.com, Exploring The GRAMMYs' Dance/Electronica Field Nominees]</ref> Sjálv Grammy Awards handanin fór fram 12. februar 2012. Greta segði við eina enska heimasíðu, at maðurin handan Deadmou5Deadmau5, Joel Zimmerman, hevði hoyrt nøkur løg hjá Picture Book gjøgnum hansara plátufelag, og at honum dámdi løgini sera væl.<ref>[http://www.liverpoolecho.co.uk/whats-on/music/picture-book-singer-greta-svabo-3387545 Liverpoolecho.co.uk, Picture Book singer Greta Svabo Bech on how she came to feature in a Deadmau5 set]</ref>
 
Í 2012 og 13 hevur Greta samstarvað við italsku duo'ina [[The Bloody Beetroots]], hon syngur sangin ''Chronicles of a Fallen Love''.