Munurin millum rættingarnar hjá "Jólafundurin 1888"

Content deleted Content added
Arne List (kjak | íkøst)
de:
Arne List (kjak | íkøst)
Linja 10:
Við hesi innbjóðing, ið 9 vælkendir føroyingar skrivaðu undir, byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í søgu Føroya fólks - tá byrjaði tjóðskaparrørslan av álvara.
 
Hetta var ein illveðursdag, regn og vindur, tøssut at ganga, men kortini fór maður av húsi niðan í tinghúsið. Har vórðu røður hildnar og fosturlandssangir sungnir. Serliga sterka ávirkan hevði tað á fundarfólkið, tá [[Rasmus Effersøe]] las upp striðsljómin ''Nú er tann stundin komin tíl handa'', ið tann ungi [[Jóannes Patursson]] úr [[Kirkjubøur|Kirkjubø]] hevði yrkt til hetta høvið. Boðskapurin í hesi longu yrking verður borin fram longu i fyrsta ørindi:
''Nú mugu føroyingar semjast um at bjarga móðurmálinum. Tað er fólksins skylda bæði móti sær sjálvum og forfedrunum at verja og menna dýrasta mentanararvin av øllum -málið. Men móðurmálið er nú so forfjónað og eyðmýkt í sínum egna landi, at tað býður tess ikki bøtur, uttan fólkið alt sýnir vilja og evni og tekur lógvatak saman.''