Munurin millum rættingarnar hjá "Kári P. Højgaard"

2,203 bytes løgd afturat ,  7 ár síðan
→‎Lívsleiðin í politikki: dagføring eftir uppsøgn
s
(→‎Lívsleiðin í politikki: dagføring eftir uppsøgn)
 
== Lívsleiðin í politikki ==
 
=== Landsstýrismaður í innlendismálum 2011 - 2013 ===
Kári P. Højgaard var innlendismálaráðharri í [[Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen II|Aðru stjórnini hjá Kaj Leo Holm Johannessen]] frá 14. september 2011 til 5. september 2013. Løgmaður loysti hann úr starvi eftir at mikið rok hevði verið um Eysturoyartunnilin, sum Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Rokið stóð eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum ið komu út til fjølmiðlarnar. Møtstøða var eisini um at yvirskotið av tunnilspengunum fór av landinum, onkur nevndi talið 3 milliardir. Landsstýrismaðurin hevði fingið heimild í 2010 til at føra samráðingar við privat feløg um at byggja undirsjóvartunlar, tað var áðrenn Kári P. Højgaard kom í landsstýrið. Avtalan við CIP skuldi eftir ætlan undirskrivast 27. juni 2013, men løgmaður valdi í staðin at løgtingið skuldi sleppa at taka støðu til verkætlanina. Innlendismálaráðið gjørdi tí eitt lógaruppskot, sum varð lagt fyri løgtingið. Trupulleikin var, at av tí at sáttmálin var loyniligur, so kendu løgtingslimir ikki til innihaldið í sáttmálanum. Teir kundu undirskriva eitt trúnaðarskjal, har teir lovaðu ikki at siga nakað um innihaldið í sáttmálanum við nakran. Bert ein tingmaður tók av og læs sáttmálan, tað var Janus Rein. Tað varð avtalað við CIP, at sáttmálin skuldi undirskrivast 31. august 2013, men tá dagurin kom, bleiv sáttmálin ikki undirskrivaður, tí mett varð ikki at meiriluti var fyri lógaruppskotinum. Av tí at sáttmálin ikki bleiv undirskrivaður 31. august, skuldi CIP fáa 1 millión í endurgjaldið, tað var sambært avtalu. 5. september 2013 valdi løgmaður at loysa Kára P. Højgaard úr starvinum sum innlendismálaráðharri, og tók sjálvur við til nýggjur innlendismálaráðharri er settur. Løgmaður segði orsøkina vera politiskt órógv.<ref>[http://tinganes.fo/Default.aspx?ID=13625&Action=1&NewsId=5307&PID=23570 Tinganes.fo, Løgmaður loysir landsstýrismann úr starvi]</ref>
 
=== Løgtingslimur ===