Munurin millum rættingarnar hjá "Kvívík"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 14:
Í Kvívík eru gamlar [[víkingar|víkingatoftir]], ið hava sín uppruna í [[landnám]]stíðini, t.v.s. at tær eru reistar av írskum munkum í [[9. øld|9.]] ella [[10. øld]]. Tá grivið varð út fyri einum pakkahúsi í tíðarskeiðnum millum [[1870]] og [[1880]], komu kvívíkingar fyrstu ferð fram á hesar toftir, men umleið [[1950]] fór veruligur útgrevstur fram á staðnum, við tí fyri eyga, at kanna vavið av hesum toftum og at kanna hesar víkingatoftir meiri nágreinliga, m.a. staðfesta nær tær eru reistar. Tey elstu húsini, sum standa uppi í Kvívík í dag, eru bygd í [[18. øld]].
 
Kvívík er elligomul kirkjubygd. Trúðbótin var lógarfest í Danmark í [[1536]], og Ólavssøkudag í 1541 vórðu fleiri upprunaligir katólskir prestar vígdir til lutherska tænastu. Ein teirra, harra Pætur Lýðarsson, var prestur í Kvívík (Lenvig, 1990). Undantikið eitt tíðarskeið í 1600 talinum, tá prestasæti var norðuri í Kjalnesi í Kollafirði, hevur prestur havt sæti í Kvívík. (Lenvig, 1990)
 
Prestgarðurin varð settur á verandi grund á Kirkjuteigi einaferð í tíðarskeiðinum frá 1807 til 1839. Aðrenn tað hevur helst ligið nakað sunnanfyri verandi prestagarð. Í 1852 varð prestagarðurin bygdur av nýggjum, og seinni eru ymsar minni tillagingar gjørdar (Lenvig, 1998).