Munurin millum rættingarnar hjá "Kvívík"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 14 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q933130 (translate me)
No edit summary
Linja 14:
Í Kvívík eru gamlar [[víkingar|víkingatoftir]], ið hava sín uppruna í [[landnám]]stíðini, t.v.s. at tær eru reistar av írskum munkum í [[9. øld|9.]] ella [[10. øld]]. Tá grivið varð út fyri einum pakkahúsi í tíðarskeiðnum millum [[1870]] og [[1880]], komu kvívíkingar fyrstu ferð fram á hesar toftir, men umleið [[1950]] fór veruligur útgrevstur fram á staðnum, við tí fyri eyga, at kanna vavið av hesum toftum og at kanna hesar víkingatoftir meiri nágreinliga, m.a. staðfesta nær tær eru reistar. Tey elstu húsini, sum standa uppi í Kvívík í dag, eru bygd í [[18. øld]].
 
Kvívík er elligomul kirkjubygd. Trúðbótin var lógarfest í Danmark í 1536, og Ólavssøkudag í 1541 vórðu fleiri upprunaligir katólskir prestar vígdir til lutherska tænastu. Ein teirra, harra Pætur Lýðarsson, var prestur í Kvívík (Lenvig, 1990). Undantikið eitt tíðarskeið í 1600 talinum, tá prestasæti varð norðurin í Kjalnesi í Kollafirði, hevur prestur havt sæti í Kvívík. (Lenvig, 1990)
Í Kvívík er kirkja og prestagarður. Fyrsta kirkjan er helst bygd miðskeiðis í [[19. øld]]. Núverandi kirkjan varð tikin í nýtslu í [[1903.]] Prestagarðurin á Kirkjuteigi er eisini rættuliga gamal. Upprunaliga er hann helst bygdur um somu tíð sum fyrsta kirkjan.
 
Prestgarðurin varð settur á verandi grund á Kirkjuteigi einaferð í tíðarskeiðinum frá 1807 til 1839. Aðrenn tað hevur helst ligið nakað sunnanfyri verandi prestagarð. Í 1852 varð prestagarðurin bygdur av nýggjum, og seinni eru ymsar minni tillagingar gjørdar (Lenvig, 1998).
 
Í einum kirkjusýni frá 1709 verður greitt frá einari kirkju lagað av gróti, brósta innan við viði, hevði 8 benkur hvørju megin og takt við nævur og flag. Hesar kirkjurnar er stundum nevndar bóndakirkjurnar. Júst hvar henda kirkjan hevur staðið, er óvist. Í 1723 verður kirkja bygd í núverandi gamla kirkjugarðinum, sum verður tikin niður og bygt uppafur í 1754. Munandi umvælingar verða gjørdar í 1794-97, og í 1838 verður nýggj kirkja bygd, sum rúmar øllum teimum 162 sóknarfólkunum, ið tá eru. Hesi árini er Kvívík í stórari menning, og kirkjan verður skjótt ov lítil. Núverandi kirkja, sum er lagað úr gróti, er bygd framman (norðan) fyri prestagarðin í 1903 (Lenvig, 1998)
 
Skúlin í Kvívík varð tikin í nýtslu í [[1907]]. Har ganga næmingar úr Kvívík, av [[Stykkið|Stykkinum]] og av [[Skælingur|Skælingi]]. [[22. august]] [[1976]] varð nýggi skúlin í Kvívík vígdur av [[Ejvind Vilhelm|Ejvindi Vilhelm]] varabispi.
Line 51 ⟶ 55:
== Keldur ==
<references/>
Lenvig, Rólant, 1990, Kvívíkar kirkja, eitt hefti, ið varð givið út í samband við urguvígsluna 18. november, 1990.
 
Lenvig, Rólant, 1998, Kvívíkar kirkja, í Kirkjunar í Føroyum, Yngru hválvkirkjurnar, Ed. J. P. Gregorisssen, s. 188-207, Forlagið í Stølpum.
 
== Útvortis ávísing ==