Munurin millum rættingarnar hjá "Anders Behring Breivik"

Content deleted Content added
dagføring um dómin (týtt úr donsku wiki-greinini)
Linja 5:
Frá Høyblokken koyrdi Breivik í einum ørðum leigaðum bili út til Utøya, og har gingu uml. 2 tímar, áðrenn hann var har úti. Á Utøya skeyt hann eftir luttakarunum á einari AUF summarlegu (sosialdemokratiskir ungdómar). Í alt doyðu 77 fólk, 69 vórðu dripin undir hópadrápið á Utøya og 8 vóru deyð av bumbuni. 33 av fólkunum sum doyðu, vóru undir 18 ár. Fyrrverandi norski forsætisráðharrin [[Gro Harlem Brundtland]] var á oynni beint áðrenn tað hendi, og núverandi forsætisráðharrin [[Jens Stoltenberg]] skuldi vera við í einum møti dagin eftir.
 
Áðrenn hendingina, hevði Breivik vápnaloyvi og var limur í einum ótrúligasera høgrasinnaðum bólki. Við síni egnu fyritøku keypti hann kunsttøð í stórum mongdum, og undir hópdrápinum nýtti hann kúlur nevndar dum dum-kúlir, fyri at gera so nógvan skaða, sum hann kundi á ofrini. Hann var ílatin í einum [[Løgregla|løgreglubúnaði]], einum skottryggum vesti, og hann gav til sjóndar, at har skuldi gerast eitt routine-check á oynni. Eitt vitni sigur, at hann gekk runt og skeyt við 10 sekundir millumrúm millum skotini í 3 kvarter, meðan hann rópti og skar í fagnaðarróp. Fólk skríggjaðu og grótu. Nøkur goymdu seg í runnum, meðan onnur royndu at svimja til meginlandið. Uml. kl. 19.00 bleiv sagt, at brotsmaðurin varð handtikin. Rættarmálið ímóti Breivik byrjaði mánadagin tann [[16. apríl]] [[2012]], og tað kemur at taka umleið 10 [[Vika|vikur]]. Tey vóna, at dómurin verður givin, áðrenn tað tann 22. juli 2012, sum er eitt ára dagurin, síðani tað hendi.
 
Í tingrættinum varð Breivik hin 24. august 2012 dømdur til 21 ára fongsulsrevsing, har hann sum minstamark skal sita í 10 ár.<ref name=VGdom>[http://www.vg.no/nyheter/innenriks/22-juli/rettssaken/artikkel.php?artid=10060226 Breivik tilregnelig – dømt til forvaring], [[VG]] 24. august 2012</ref> Breivik kunngjørdi, at hann ikki ynskti at kæra dómin, og at hann heldur ikki vildi taka ímóti dóminum, tí at hann ikki viðurkendi rættin sum lógligan, og tann norski ríkisadvokaturin avgjørdi at ákærumyndugleikin heldur ikki ynskti at kæra dómin.<ref>[http://www.riksadvokaten.no/filestore/Dokumenter/2012/Pressemelding.22.juli-saken.Ptalemyndighetenankerikketingrettensdom.pdf 22. juli-saken – påtalemyndigheten anker ikke]</ref>.
 
== Sí eisini ==