Munurin millum rættingarnar hjá "Dagur og vika"

Content deleted Content added
s typo
dagur og vika
Linja 6:
Framleiðslan av Degi og viku er nógv broytt gjøgnum árini. Tá innsløg skuldu gerast fyrstu árini, varð farið út um landið við útgerð á virði á umleið hálva millión, og innsløgini vardu okkurt um fimm minuttir. Útlendsku tíðindini komu á bandi við [[flogfar]]i úr [[Danmark]] og vóru í minsta lagi ein dag gomul, tá tey vórðu send. Í mars ella apríl 1986 fór sjónvarpið undir at taka tíðindatilfar niður beinleiðis frá fylgisveini. Í dag er útgerðin bæði bíligari og lættari, og útlendsku tíðindi verða fingin til vega sama dag, í samstarvi við altjóða tíðindastovur ella varpað beinleiðis gjøgnum talgilt sendinet.
 
Tey fyrstu árini bleiv Dagur og vika send kl. 20:00. Eitt summar bleiv hetta broytt til kl. 19:00. Hetta bleiv so væl dámt, at hetta gjørdist nýggja senditíðin framyvir.
 
Í 2013 varð Dagur og vika send fýra dagar um vikuna: mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag. Sendingin er bert gerandisdagar, um ein av nevndu døgum er heilidagur, so verður ikki sent.
 
Serligar hendingar kunnu tó føra til at sent verður til aðrar tíðir. Tá verður sendingin nevnd Eyka dagur og vika. Dømi um hetta eru politiskar hendigar og vanlukkur sum bussvanlukkan undir Valaknúkum og eldurin umborð á Scandinavian Star.
 
Summarið 2013 varð eingin tíðindasendin í sjónvarpinum í fleiri vikur.
 
Síðan byrjan í 1984 hevur Dagur og vika verið send úr Vørðsluni. Tann 11. juni 2013 bleiv seinasta Dagur og Vika send úr Vørðsluni. Hereftir verður sent úr útvarpshúsinum. Bygningarnir í Vørðsluni eru seldir og koma útvarpið og sjónvarpið hjá kringvarpinum at halda til í útvarpshúsinum í Sortudíki.