Munurin millum rættingarnar hjá "Hawaii"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 66:
 
== Landalæra ==
[[File:Oahu, Hawai'i.ogv|thumb|right|250px|[[O'ahu]].]]
 
Hawaii liggur í [[Kyrrahav]]inum. Oyggjarnar eru 20 í tali, men bara sjey eru bygdar. Átta tær størstu oyggjarnar í Hawaii eru einar 4.000 km í ein útsynning úr [[San Francisco]], [[Kalifornia]]. Tann størsta oyggin eitur [[Hawaii (oyggj)|Hawaii]], og [[høvuðsstaður]]in eitur [[Honolulu]]. Hawaiioyggjar eru av gosgróti. [[Gosfjøll]]ini hava verið mong, men nú er bara lív í tveimum. Hesi bæði rúka í heilum og taka stundum á at goysa, men eru tó vandaleys at búgva við. Uppi á [[gosfjøll]]unum standa ferðamannaheim, sum eru fullsett við ferðafólk alt árið. Tey vilja fegin á myrkari nátt síggja niður í eitt gløðandi gosop, og um dagin njóta tað fríða útsýnið av fjøllunum. Hægsta fjallið er 4.207 metrar.