Munurin millum rættingarnar hjá "Sólin"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 210 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q525 (translate me)
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Yohkohimage.gif|thumb|right|250px|Á myndini síggjast stór sólargos, sum sleingja tilfar langt út í rúmdina.]]
'''Sólin''' er er ein stjørna, t.e. ein ógvuliga stór lýsandi kúla av gløðandi heitum gassi. Tvørmálið í henni er um leið 109 ferðir tvørmálið í jørðini <ref>Woolfson, M. (2000). "The origin and evolution of the solar system". Astronomy & Geophysics 41 (1): 1.12. doi:10.1046/j.1468-4004.2000.00012.x</ref>, og frástøðan er knappliga 12.000 ferðir tvørmálið í jørðini. Sólin kundi gloypt 1.303.600 [[Jørðin|jørðum]]. Hon er tann stjørnan, sum er tættast [[jørðin]]i. Sólin hevur ein radius upp á knappar 700.000 kilometrar, vigar 330.000 ferðir meira enn jørðin og evnisnøgdin er meira enn 99 prosent av sólskipanini.
 
Hitin uttaná er knøpp 6.000E. Í miðdeplinum er væl heitari. Miðjan á sólini, kjarnin, er full av glóðheitum gassi og er 15 milliónir stig heit (celcius) <ref>http://www.astro.uio.no/ita/DNP/nineplanets/sol.html</ref>. Um leið 3/4 av tilfarinum í sólini eru [[hydrogen]] og um leið 1/4 er [[helium]]. Ein stórur partur av orkuni úr sólin fer sendandi út í tóman heim. Bara ein evarska lítil partur kemur á [[jørðin]]a. Men hóast sólin er um 150 mió. km. frá okkum, merkja vit væl lívgevandi hitan úr henni. Av hesum ger eitt yðjandi lív á [[jørðin]]i sær dælt. Sum stjørna illum stjørnur hevur sólin onga serstøðu. Hon er allar vegir ein miðalstjørna. Stjørnur kunnu vera bæði kaldari og heitari enn sólin. Tær kunnu bæði vera minni og nógv størri enn sólin. Hjá okkum hevur sólin tó ta serstøðu, at hon er einasta stjørna, sum er okkum so nær. 150 mió. km. eru í rúmdarhøpi fyri einki at rokna <ref>http://www.universetoday.com/14437/how-far-is-earth-from-the-sun/</ref>. Næstu grannastjørnurnar hjá sólini eru meiri enn 270.000 ferðir so langt frá okkum sum sólin.