Munurin millum rættingarnar hjá "Evropa"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 2:
'''Europa''' verður vanliga roknað sum ein av teimum sjey heimspørtunum á [[Jørðin|jørðini]]; men í hesum føri er meir ein spurningur um menniskjaligar/politiskar heldur enn jarðfrøðisligar orsøkir til tess, tí semja er ikki til fulnar um, hvar markið gongur hjá Evropa, sum í meginlandahøpi meir er at rokna sum ein stór hálvoyggj vestantil í [[Evrasia]].
 
Norðan fyri Europa er [[Arktiska Havið]], vestanfyri [[Atlantshav|Atlantshavið]] og sunnanfyri er [[Miðjarðarhav|Miðjarðarhavið]] og sambært siðbundnari jarðfrøðisligari definitión [[Kaukasus|Kaukasusfjøllini]]. Eystureftir er tó heldur verri at seta markið, men [[Søga|søguliga]] verða [[Uralfjøllini]] og [[Kaspiska havið]] roknað sum markið millum [[Asia|Ásia]] og Evropa.
 
Evropa er næstminsta meginlandið í heiminum, tað fyllir umleið 10 390 000 [[ferkilometrar]] ella 2 % av flatu [[Jørðin|jarðar]]. Einasta meginlandið, sum er minni, er [[Kyrrahavsoyggjarnar|Oseania]]. Tá talan er um fólkatal, er Evropa triðstørst (Í [[Asia|Ásia]] og [[Afrika]] búgva fleiri fólk). Í Evropa búgva fleiri enn 712 000 000 fólk (t.e. umleið 11 % av fólkunum í heiminum.