'''Innara-Mongolia''' (kinesiskt 内蒙古) er tann parturin av [[Kina]], sum liggur næstur [[Mongolia]]. Hin parturin av Kina gongur eisini undir navninum '''Ytra-Mongolia''' ella '''Tjóðveldið Mongolia'''. Veðurlagið er temprað landveður og turrligt bæði summar og vetur. Serliga har suðuri ber av. Og har er eisini ein stór oyðimørk, sum eitur [[Gobi]]. Nakað av landinum er tó steppa ella vaksið við gras. Har ganga hirðar við kamelum og seyðafylgjum. Nakað av fólkinum er fastbúgvandi og dyrkar jørðina. Í tey seinastu 100 árini eru milliónatals kinesarar fluttir úr Kina í Innaru-Mongolia at búgva, so nú er upprunafólkið við minniluta. Innari-Mongolia hevur síðan 1950 hoyrt til kinesiska fólkalýðveldið.