Munurin millum rættingarnar hjá "Uruguai"

Content deleted Content added
meira tekst
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Uruguay (orthographic projection).svg|200px|thumbnail|Uruguei á korti yvir Suðuramerika]]
'''Uruguei''' ([[Spanskt mál|Spanskt]]; ''República Oriental del Uruguay'') er eitt land í [[Suðuramerika]], sum hevur mark við [[Brasil]] móti norði og til [[Argentina]] í ein útsynning. Har búgva umleið 3,4 milliónir og fólkatíttleikin er 19,1 pr.km². Uruguei fevnir um eitt øki á 176.220 km². Høvuðsstaðurin eitur Montevideo. Málið er spanskt, og tað mesta fólkið er [[Katólska kirkjan|katólskt]].
 
Tað mesta av Uruguei er slættlendi. Jørðin er góð og veðurlagið gott, nóg mikið av regni og góður sólargangur. Landið er tí eitt rætt landbúnaðarland. Bøndurnir hava mest lagt seg eftir seyða- og neytahaldi. Nýtslyplanturnar, sum teir velta mest av, eru epli, hveiti og mais; eisini dyrka teir væl av víni og tubbaki. Av tí at veðurlagið er so lýtt, og stórir sandar eru fram við [[Atlantshav]]i, kemur nógv fólk til Uruguei at stuttleika sær úti við strondina í frítíðini.
 
== Søga ==
 
Landið var ein partur av tí spanska hjálandaveldinum til 1821, tá Brasil legði tók landið. Uruguei gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1828. Í hjálandatíðini varð økið nevnt Banda Oriental, sum merkir eystari áarbakki Uruguei-ánni. Hetta sæst eisini aftur í almenna navinum.
 
== Landafrøði ==
=== Landslutir ===
 
Landið er býtt sundur í 19 landslutir: