Munurin millum rættingarnar hjá "Hvonn (planta)"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 2:
'''Heima hvonn''' ella '''Bjarga hvonn''' ( Angelica Archangelica L. ) er ein 120-230 cm høg planta, sum veksur tætt við strondina.
Leggurin er snøggur, og blaðleggurin hevur onga ella bara eina grunna foyru. Mittasti blaðparturin er 3-flipputur, og blaðpartarnir eru grovt og óregliliga tentir. Krúnubløðini eru gulgrøn, og skjólið er knattrunt. Rótin og soð av allari plantuni varð áður nýtt m.a. móti landfarsótt og øðrum smittandi sjúkum, yvirhøvur. Eisini Vóru leggurin og blaðstelkarnir nýttir sum leskiligt grønmeti fyrrapart á sumri. Nú verður hvonnin nýtt í køkubúðum og at tilvirka ymiskar likørir av. Plantan er eisini frálíkt kryddarí til snaps. Hvonnin veksur spjadd um alt landið í fuglabjørgum og summastaðni enn í hvanngørðum. Veksur annars í Norður- og [[Eysturevropa]], Norðurasia [[Grønland]]i, men dyrkað og villvaksandi fleiristaðni. Ein summarplanta, gerst 100-200 cm høg. Líkist [[Bakka Sløkja|Bakka Sløkju]], men er størri og førligari.
 
Hvonn er ein tveyárig planta, men man kann fáa hana til at liva longri um blomstrini vera skorin av áðrenn tey blóma, ella um plantan skjerst av heilt nyrri omanfyri rótina, so deilist plantan og ein nýggj kemur upp. Frøðini missa skjótt eginleikan til at spíra; tí mugu sáðini setast niður skjótast gjørligt um áðrenn heysti byrjar. Best er at planta oman á moldini tá sólin ger at plantan spírar skjótast.
 
[[Bólkur:Plantur]]