Munurin millum rættingarnar hjá "Condoleezza Rice"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 64 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q47216 (translate me)
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Condoleezza_Rice_cropped.jpg|thumb|right|200px|Condoleezza Rice, [[februar]] [[2005]].]]
'''Condoleezza Rice''' (f. [[14. november]] [[1954]] í [[Birmingham (Alabama)|Birmingham]], [[Alabama]]) var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá [[Republikanski Flokkurin|Republikanska]] [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetanum]] [[George W. Bush]]. Rice er fødd í [[Alabama]] í [[1954]]. 15 ára gomul fór hon at lesa [[Tónleikur|musikk]] í [[Denver]] í [[Colorado]], og ætlanin var at blíva konsertpianistur. Men á universitetinum fylgdi hon einum skeiði í internationalum politikki og bleiv hereftir bitin av áhuga fyri [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]] og internationalum relatiónum. Í [[1974]] tók hon bachelorprógv í politiskari vísund, í [[1975]] masterprógv og í [[1981]] PhD.
 
Í [[1990-árini|1990unum]] undirvísti hon í politiskari vísund. Haraftrat hevði hon tilknýti til vinnulívið. Hon var m.a. stjóri í oljufelagnum [[Chevron]]. Í [[1989]]-[[1991|91]] var hon stjóri á deildini fyri [[Sovjetsamveldið|sovjetisk]] og [[Evropa|eysturevropeisk]] málsøki í Trygdarráðnum í [[USA]]. Við síni hollu vitan um [[Sovjetsamveldið]] gjørdi hon stórt inntrykk á [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetan]], [[George W. Bush]]. Í [[2000]] bleiv hon útnevnd til ráðgeva í uttanríkismálum hjá [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetanum]], og í [[desember]] sama ár bleiv hon trygdarráðgevi hansara. Í [[2005]] bleiv hon uttanríkisráðharri. Rice hoyrir til á tí neokonservativa vonginum í [[USA]].
Linja 9:
 
[[Bólkur:Amerikanskir politikarar]]
[[Bólkur:Føðingar í 1950-árunum1954]]