Munurin millum rættingarnar hjá "Jakob Jakobsen"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Faroe_stamp_047_europe_(jakob_jakobsen).jpg|thumb|right|165px|Jakob Jakobsen.]]
'''Jakob Jakobsen''' (føddur [[22. februar]] [[1864]] í [[Tórshavn]]; † [[15. august]] [[1918]] í [[Keypmannahavn]]) var føroyskur málfrøðingur. Pápi hansara var [[H. N. Jacobsen]] bókhandlari og bókbindari, sum stovnaði gamla bókahandilin á [[Vaglið|Vaglinum]] í [[Tórshavn|Havn]]. Jakob var yngstur av trimum systkjum og einasti sonur. Hann fór trettan ára gamal til [[Danmark]]ar at ganga í skúla. Tá ið hann hevði lokið studentsprógv, las hann [[norrønt]] [[mál]], [[Franskt (mál)|franskt]] og [[Latín (mál)|latín]]. Hann var fyrsti [[Føroyar|føroyingur]], sum fekk doktaraheitið. Tað var í [[1897]].
 
Í [[1892]]/[[1893|93]] og aftur í [[1898]] var hann í [[Føroyar|Føroyum]] sum granskari. Hann ferðaðist um í oyggjunum og skrivaði sagnir og [[ævintýr]] upp, sum fólk søgdu honum frá. Longu í [[1901]] hevði tað eydnast honum at givið alt tilfarið út í heftum. Jakob Jakobsen, ofta nevndur dr. Jakobsen ella Jákup doktari, var kendur og høgt mettur vísindamaður í [[Norrønt|norrønum]] [[mál]]i. Hann er eisini kendur sum hann, ið vildi hava eina [[Føroyar|føroyska]] stavseting, sum lá nærri tí ljóðliga framburðinum, men hetta sjónarmið vann ikki frama. Øskudólgur (uppskrift úr [[Fugloy]]) er úr “Sagnum og ævintýrum,“ prentað eftir eini útgávu frá [[1985]].