Munurin millum rættingarnar hjá "Wilhelm II"

22 bytes løgd afturat ,  7 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
s (Bot: Migrating 79 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q2677 (translate me))
s
Tað, sum fólk mintust Wilhelm best fyri, var stremban hansara eftir at menna og nýtíðargera [[Týskland|týska]] herflotan. [[Ongland]] var tað landið, sum ráddi á heimsins høvum, men Wilhelm vildi, at [[Týskland]] skuldi vera fremri. Og haraftrat hava fleiri [[Hjáland|hjálond]] enn [[Ongland]]. Sum heild metti Wilhelm [[Ongland]] vera tann kappingarneytan, ið tað ráddi mest um at vinna á. Hetta hóast hann hámetti [[Ongland]] og ofta vitjaði skyldfólkini í [[Stóra Bretland|enska]] kongshúsinum. [[Victoria drotning]] var omma hansara.
 
Á sumri [[1914]] brast krúttunnan, sum setti eld í [[Evropa]]. [[Morðið í Sarajev]]o á [[Eysturríki|eysturríkska]]-[[Ungarn|ungarska]] trónarvingin, [[Franz Ferdinand]] av [[Habsburg]], var tann hendingin, sum festi í fjúsið. Wilhelm [[keisari]] stuðlaði [[Eysturríki-Ungarn]]. Og hann varð seinni lagdur undir at hava høvuðsábyrgdina av teim ræðuligastu hendingunum, heimurin inntil tá hevði sæð. Um hann vildi kríggj beint tá, verður enn nógv kjakast um, men [[Fyrri veraldarbardagi|1. veraldarbardagi]] varð ein veruleiki.
 
[[Bólkur:Týskarar]]
491

rættingar