Munurin millum rættingarnar hjá "Løgting"

Content deleted Content added
Linja 15:
== At skipa løgtingið ==
 
Arbeiðið hjá Løgtinginum er at gera lógir. Fjórða hvørt ár verður [[løgtingsval]], Til 2007 sótu millum 27 og 32 fumboðumboð á Løgtini, men við broytingini til 1 valdømi í 2008 er tingmannatalið fast 33. Okkara politiska skipan byggir á politiskar flokkar. Hvør politiskur flokkur hevur sín egna politikk, sum hann ynskir at fremja á løgtingi. Veljarin velur ein flokk, ella eitt valevni á listanum hjá flokkinum, og atkvøðurnar verða roknaðar til tinglimir eftir at atkvøðurnar eru taldar. Oftani eru fleiri flokkar noydd at semjast og ganga saman at føra ein politikk, tí sjáldan fær ein einstakur flokkur meirilutan í valinum. Tá ið fleiri flokkar semjast um ein politikk, eitur tað ein samgonga.
 
[[Løgtingið]] er gjørt av nevndum og [[formansskapi]], og í Føroyum eru 7 fastar [[nevndir]]: [[Fíggjarnevndin]], [[Uttanlandsnevndin]], [[Landsstýrismálanevndin]], [[Vinnunevndin]], [[Trivnaðarnevndin]], [[Mentanarnevndin]] og [[Rættarnevndin]]. Hesi nevndini skulu veita og geva [[Landsstýrið]] og [[Løgtingið]] tilmæli í málum. Í Løgtinginum eru 45 fastir nevndarsessir, so tað merkir, at tá bert 32 løgtingslimir eru, kemur onkur at sita í minst tveimum nevndum. Møguligt er at skipa fleiri [[nevndir]], sum geva tilmæli í ávísum málum, um tað er neyðugt. Tó mugu hesar nevndini bert sita til teirra mál er liðugt, og ikki longri enn til [[tingsetan]] endar.