Munurin millum rættingarnar hjá "Bjarni Niclasen"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Smetanahue (kjak | íkøst)
Linja 1:
'''Bjarni Niclasen''' ([[2. mai]] [[1919]] í [[Kunoy]] - [[12. juli]] [[1980]]), læraraskúlalærari á [[Føroya Læraraskúli|Føroya Læraraskúla]]. Komin til mans var hann fiskimaður eitt skifti, fór so á Føroya Læraraskúla og tók prógv har í [[1946]]. Eitt skifti var hann lærari ymsastaðni í [[Danmark]], flutti so heim aftur til [[Føroyar|Føroya]] í [[1956]] og gjørdist lærari við [[Tórshavnar millum- og realskúla]]. Í [[1962]] gjørdist hann lærari, á [[Føroya Læraraskúla]], og her starvaðist hann, til hann vegna sjúku legði arbeiðið frá sær miðskeiðis í [[1970-árini|sjútiárunum]]. Hann doyði í [[1980]].
 
Niclasen var virkin skúlabókahøvundur, sum skrivaði lærubøkurnar "Rúmdin", [[1961]], "Evnafrøði", [[1963]], og "Alisfrøði 1-3" [[1979]]-[[1982]]. Umframt legði hann úr hondum mikið týðaraverk. Fornsøgur høvdu hansara stóra áhuga, og hann flutti yvir á [[Føroyskt mál|føroyskt]] "Heimskringlu", ið kom í trimum bindum [[1961]]-[[1964]], "Laksdøla søgu", [[1965]], og "Njáls søgu", [[1966]]: har umframt týddi hann víkingaskaldsøguna "[[Ormur Reyði]] 1-2", [[1978]]-[[1980]], og gitnu skaldsøgu William Heinesens "Den sorte gryde", sum á [[Føroyskt mál|føroyskum]] fekk heitið "Í Sortanum", [[1975]].
 
== Útgivið ==