Munurin millum rættingarnar hjá "Steven Spielberg"

Content deleted Content added
Nýggj síða
 
sNo edit summary
Linja 1:
'''Steven Allan Spielberg''', føddur [[18. desember]] [[1946]] í [[Cincinnati, Ohio|Cincinnati]] í [[Ohio]], er ein [[USA|amerikanskur]] [[filmsleikstjóri]], [[filmsframleiðari]] og filmshandrithøvundur. Spielberg fekk sítt gjøgnumbrot við filminum Hajurin (The Shark) frá 1975, sum var ein hyggjarasukse. Konseptið og lanseringin av filminum gjørdist síðan ein fyrimynd fyri Hollywood. Filmurin gav 100 milliónir dollarar og setti nýtt met fyri mest innspældan pening.<ref>http://akas.imdb.com/name/nm0000229/ IMDb; Steven Spielberg</ref>
 
Spielberg er kendur fyri at hava leikstjórnað fleiri ymiskir filmar, eitt nú teir higartil fýra filmarnar um ''[[Indiana Jones]]'' (1981, 1984, 1989, 2008) og filmar sum ''[[E.T.]]'' (1982), ''[[Jurassic Park]]'' (1993) og tey seinastu árini filmar sum ''[[War of the Worlds]]'' (2005) og ''[[The Terminal]]'' (2004). ''[[Schindler's List]]'' (1993), sum fekk seks [[Oscar-virðislønin|Oscar]] heiðurslønir er eisini tann filmurin sum er ein av best umtóktu filmum í heiminum, tá hyggjarar sleppa at velja. Filmurin er svart/hvítur dramafilmur, um ein mann frá veruliga lívinum, Oscar Schindler, sum bjargaði umleið 1100 pólskum jødum frá týning í [[Auschwitz]] undir Seinna Heimskríggi, við at hjálpa teimum til Svøríkis.
 
Spielberg hevur seks ferðir verið tilnevndir eina [[Oscar-virðisløn]] fyri besta filmsleikstjóran. Gjøgnum tíðirnar er hann tann filmsleikstjórin, hvørs filmar geva tær hægstu inntøkurnar. ''Jurassic Park'' er tann av filmum Spielbergs sum hevur givið tær allarstørstu inntøkurnar, umleið 920 milliónir dollarar, sum gevur filminum eitt 9. pláss millum størstu inntøkugevandi filmar í heiminum.
 
== Keldur ==