Munurin millum rættingarnar hjá "Avstralia"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 7:
| tjóðsangur = ''Advance Australia Fair''
| mynd_positión = Location_Australia.svg
| alment_mál = Onki <ref>http://www.immi.gov.au/media/publications/multicultural/confer/04/speech18b.htm</ref>
| alment_mál = [[Enskt mál|Enskt]]
| høvuðsstaður = [[Canberra]]
| forseti_heitið = Drotning
| forseti = [[Elisabeth II]]
| løgmaður_heitið = LøgmaðurForsætisráðharri
| løgmaður = [[JuliaKevin Gillard]]Rudd
| fullveldi = [[1. januar]] [[1901]]
| vídd = 7 692 030
| vatn = 1 %
| íbúgvar = 21 370 00022,262,501
| íbúgvar_ár = 20082013
| íbúgvar_km2 = 2,68
| gjaldoyra = [[Avstralskt dollar]] (AUD)
| tíðarzona = [[UTC]] +8 til +11
| alnet_økisnavn = [[.au]]
| telefon_landakota = 61
| spenningur =
Linja 27:
}}
 
'''Samveldið Avstralia''' ella '''Australia''' ([[Enskt (mál)|Enskt]]: ''Commonwealth Ofof Australia'') er bæði ein heimspartur og eitt land; landið fevnir um allan heimspartin og um oyggjin [[Tasmania]] og summar minni oyggjar í [[Kyrrahav]]inum. HøvuðsstaðurMeginparturin erav [[Canberra]]temum 22, londinum hevur umleið 212 mió. íbúgvaríbúgvunum ogbýr høvuðsmáliðí erteimum [[Ensktfruktagóðu (mál)|enskt]].økjunum Størsti býurin er [[Sydney]]fram við 4,5suður- mióog íbúgvarlandsynningsstrondini. LandiðHar ereru stórt,eisini næstanteir líkabáðir stórtstørstu sumbýirnir [[Brasil]].í HarAvstralia, erMelbourne lítiðog avfallSydney, ogeisini tveirsamveldishøvuðsstaðurin triðingarCanberra. avAvstralia landinumliggur eruí [[oyðimørk]].ein Meginparturinlandsynning avúr fólkinumÁsia. býrEystanfyri íer stórumKyrrahav, býumvestanfyri við strondinaIndiahav. [[Norðan Torressund]], bara 75 fjórðingar úr Avstralia, er [[Papua Ný Guinea]]. Í [[1901]] fekk Avstralia sjálvstýri og gjørdist sjálvstýrandi partur í [[Stóra Bretland|bretska]] heimsveldinum, tá ið tey seks [[Hjáland|hjálondini]] vórðu savnað undir eina samveldisstjórn.
 
Fyri góðum 200 árum síðan búði bara upprunafólk, aboriginar, í Avstralia. Í 1770 sigldi bretski rannsóknarfarin [[James Cook]] inn í Botanyflógva og lýsti nýfunna landið sum breskt land. Í 1901 fekk Avstralia sjálvstýri og gjørdist sjálvstýrandi partur í bretska [[Bretska Samveldið|heimsveldinum]], tá ið tey seks hjálondini vórðu savnað undir eina samveldisstjórn. Mangir tilflytarar komu higar; teir fyrstu úr Stórabretlandi og øðrum londum í Evropa, men seinni eisini úr Ásia. Íbúgvatalið í Avstralia var í juli 2013 22,262,501 <ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/as.html</ref>.
 
== Søga ==
 
=== Upprunafólkið ===
Fyri góðum 200 árum síðan búði bara upprunafólk, [[aboriginar]], í Avstralia.
[[Mynd:Indig2.jpg|thumb|left|220px|Tá ið bretar komu til Avstralia, broyttist lívið hjá upprunafólkunum. Nógv vórðu dripin.]]
Tað var ikki fyrr enn aftan á ár 1500, at menn úr Evropa vistu, at Avstralia var til; men teir hildu, at eitt land átti at vera har, sum Avstralia er. Á einum 2000 ára gomlum heimskorti stendur eisini hetta teknað. Landið kallaðu teir ''Australis Incognita'', sum merkir hitt ókenda landið fyri sunnan <ref>http://snl.no/Terra_australis_incognita</ref>. Í hesum ókenda landi fyri sunnan búði kortini fólk, sum menn halda er komið hagar fyri einum 12000 árum síðan úr [[Asia|Eysturásia]], men hevur síðani lítið og einki samband havt við onnur fólk. Hetta fólkið kalla við aborginarar. Teir gomlu avstraliararnir ferðaðust um alt landið. Teir hvørki veltu ella sáaðu, men konufólkið hevði sneis at ríva røtur úr jørðini við, tær hentaðu egg á heiðunum og villar fruktir av trøum og øðrum vøkstrum og fangaðu smádýr til matna, meðan mannfólkið veiddi dýr í skógunum, á savannunum og á steppunum. Veiðiamboðini vóru sleingisteinar, spjót, net og boomerang; alt gjørt úr gróti, viði ella beini. Boomerangin er av viði, tilevnað sum ein stýrisarmur. Aborginarnir gingu mest sum naknir, eitt skinnskjúrt ella skinnfyriklæði, tað var alt, stundum kroppurin meiggjaður út í málningum. Hús høvdu teir eingi, men baldust í hellum, holum ella á lívdargóðum støðum á heiðini. Har sum teir vóru, kyndu teir bál. Eld fingu teir við at bora eitt træ niður í eitt annað. Við bálið offraðu teir til gudarnar ella dansaðu um tað gudiligar dansir, gudunum til heiðurs; teir sótu og ótu við bálið um dagin og svóvu uttan um tað um náttina. Við norðurstrendurnar í Avstralia høvdu teir útholaðar træbular til bátar, sum teir fóru á flot við.
 
=== Niðursetufólkið ===
[[Mynd:The_Mellish_in_Sydney_Harbour.jpg|thumb|right|250px|Í 18. øld vóru fangahúsini í Bretlandi rokað, og vanligt var at senda brotsfangar til fangalegur í hjálondunum. Í 1778 komu fyrstu fangaskipini við tilsamans 757 brotsfangum, og ein fangalega varð bygd har, sum [[Sydney]] nú er.]]
[[Mynd:William_Strutt_Bushrangers.jpg|thumb|right|250px|Um miðju 19. øld varð gull funnið í Victoria og New South Wales. Tað
fekk fólk at tysja til Avstralia og menti nógv búskapin í landinum.]]
Tá ið evropararnir í 1498 á fyrsta sinni sigldu suður um Afrika og inn í [[Indiahavið]], gekk leiðin mest norður ímóti [[India]] og teimum indisku oyggjunum, sum teir, sum árini liðu, kannaðu sær og settu búgv á. Viðhvørt komu teir so langt suður, at teir tektu tað ókenda landið fyri sunnan. Men tað skuldi ganga øldir, áðrenn tann fyrsti evroparin setti fótin á land í hesum ókenda landi. Tað var á vesturstrondini fyrst, síðan á norðurstrondini og norðara parti av eysturstrondini. Men tað vóru ikki nøkur fegnaðartíðini, hesir menn vistu um hetta ókenda landið. Har var ikki búgvandi, søgdu teir. Tað var ikki so løgið, tí norðurstrendurnar, vesturstrendurnar og suðurstrendurnar eru ringar at koma at og síggja nógvastaðir út sum oyðimerkur <ref>http://australia.gov.au/about-australia/australian-story/european-discovery-and-colonisation</ref>. Og fram við norðara parti av eysturstrondini liggur eitt 2000 km. langt koralriv, sum illa er komandi innum, og hevur bert eitt so mikið breitt sund, at stór skip kunnu sigla ígjøgnum. Í 1642 kom hollendingurin Tasman til [[Nýsæland]] og [[Tasmania]]; men ikki fyrr enn í 1770 kom hin enski skiparin James Cook í land í syðra parti av eysturstrondini í Avstralia, inni í einari vík tætt við tann nú so stóra býin Sydney. [[James Cook]] vant bretska flaggið á stong, og landið skuldi tá, sum siður var, vera ogn hjá
Stórabretlands kongi. Tá ið hann kom heim aftur til Bretlands, visti hann at siga frá góðum havnum og frálíkum dyrkilendi við tær syðru strendurnar á Eysturavstralia. Men enn gingu 18 ár, áðrenn menn úr Evropa høvdu hug at fara til Avstralia at búgva.
 
Í 1787 sigldu ellivu skip út av Stórabretlandi við uml. 1500 fólkum umborð, av teimum vóru 800 fangar úr teimum ovurfullu fongslunum í Bretlandi. Hesi skip lendu í 1788 í samma stað, sum [[James Cook|Cook]] áður hevði lent. Hetta vóru fyrstu evroparar, sum búsettust í Avstralia. Seinni komu enn fleiri fangar og fríir menn, sum settu búgv í hesum "nýggja" landi <ref>http://www.sydney-australia.biz/history/</ref>. Til 1860 vórðu fleiri enn 160 000 fangar sendir til Avstralia. Tey fyrstu árini máttu teir fáa mat heimanífrá, tí lítið var av dýrum og minni vaks, sum kundi etast. Men veðurlagið var frálíkt, og jørðin treyt ikki. Teir førdu tí ross, høsn, seyð, neyt, geitir og onnur heimadýr við sær heiman og fingu sær set og sáð við av teimum nyttuplantum, sum teir høvdu heima í Stórabretlandi. Fenaðin sleptu teir á tað frálíka beitið, sum er í fjøllunum, meðan láglendið var velt til bæði korn og epli. Viðurin treyt ikki at byggja hús av og til brenni og búnyttur, og skjótt kendu hesir fyrstu niðursetumenninir seg heima í hesum nýggja landi. Tá ið jørðin fór at tróta eystan fyri fjøllini, fóru menn at royna at sleppa sær vesturum. Men tað var lættari sagt enn gjørt, tí regnskógurin var tjúkkur í eysturlíðinum, og bratt og illgongt var. Ikki fyrr enn í 1813 eydnaðist tað teimum at gera ein so frægan veg vestur um fjøllini, at ein hestavognur kundu koyra á honum. Tá fóru menn vesturum at kanna landið og finna sær nýggj beiti til fenaðin. Hetta nýggja beitið kom at roynast serliga væl til seyð, og helst var tað ullin, sum gjørdist mjúk og vaks frálíka væl. Heima í Bretlandi treyt ull í hesum árum, og gravgangurin var stórur eftir ull, so hon kom at ganga í góðum prísi. Tá fingu menn sær góðan ullarseyð úr [[Suðurafrika]] og seldu ull í stórum <ref>http://snl.no/Australias_historie</ref>. Ull hevur higar til dags verið ein tann mesta útflutningsvøra í Avstralia. Í 1851 var tó gull funnið í jørðini í Avstralia. Tá fluttu menn hagar í stórum at leita eftir gulli; men skjótt kom gullið at tróta, og gullgravarnir fingu sær jørð at velta í ella fóru út til strendurnar og grundaðu býir, har sum tey góðu havnarløgini vóru. Í 1860 búði okkurt um ein millión av fólki í Avstralia <ref>http://www.populstat.info/Oceania/australc.htm</ref>.
 
=== Sjálvræði ===
[[Mynd:Opening_of_the_first_parliament.jpg|thumb|right|250px|Í 1901 gjørdist Avstralia sjálvstøðugt samveldisríki.]]
Um [[1880]] var Avstralia í seks [[Hjáland|hjálondum]]. Hvørt teirra hevði egnu fyrisiting og var beinleiðis undir [[Stóra Bretland|bretsku]] stjórnini. Mong húski høvdu búð har í fýra ættarlið. Mentanarliga sambandið ímillum Avstralia og [[Stóra Bretland|BretlandStórabretland]] var farið at dragna, og avstraliar høvdu fingið sín egna samleika; teir skapaðu sína egnu list og høvdu enntá kriketlið, sum spældu ímóti [[Stóra Bretland|bretskum]] liðum. Arbeiðarafeløgini hildu fyrsta landsfund sín at skunda undir nýskipanir, til dømis ar arbeiðsdagurin skuldi verða í mesta lagi 8 tímar. [[Hjáland|Hjálondini]] samdust um at leggja saman. Í [[1901]] varð ein stjórn stovnað, ið hevði myndugleika yvir Avstraliasamveldinum, sjálvt um hvørt [[hjáland]] hevði sína egna økisfyrisiting. Samveldisstjórnin var enn undir [[Stóra Bretland|bretskum]] yvirvaldi, men sum árini liðu, fekk hon alt størri og størri sjálvræði. Tey ríku í Avstralia kendu seg enn sum [[Stóra Bretland|bretar]], men fátæku arbeiðaranir kendu seg heldur sum avstraliar. Sterk arbeiðarafeløg førdu sjálvstýrispolitikk, umframt at tey stríddist fyri at bøta um kor arbeiðaranna.
 
== Politikkur ==
[[Mynd:TwoParliaments.jpg|thumb|right|250px|Stjórnin heldur til í [[Canberra]].]]
Í Avstralia eru seks lond, hvørt við sínari stjórn. Hesi lond eita [[Tasmania]], Ný Suður Wales, Suðuravstralia, Vesturavstralia, Viktoria og Queensland. Londini høvdu inntil 1901 einki samband hvørt við annað, men vóru stýrd sum bretsk hjálond. Í 1901 gingu londini saman í ein avmarkaðan [[Ríkisfelagsskapur|ríkisfelagskap]] og gjørdust limir í bretska heimsveldinum. Tey eintust um at grunda ein felags høvuðsstað og tóku eitt 2500 km<sup>2</sup> stórt stykki burtur av Bláu Fjøllunum í New South Wales til hansara. Høvuðsstaðurin fekk navnið [[Canberra]]. Hvørt landið velur sínar menn í felagstingið, sum situr í Canberra. Felagsstjórnin umsitur øll felagsmál, til dømis verju, uttanríkismál, post, toll, skattir, flytifólk, tryggingar, bankar og pengastovnar o.a., meðan tær einstaku landastjórnirnar taka sær av [[løgregla]], vatnveitingum, skúlum, sjúkrarøkt, búnaði og skógvinnu o.ø. Landsparturin Norðurterritorium er so stórur sum øll [[Skandinavia]], men har býr ikki meira fólk enn í [[Bergen]] (uml. 230 000). Hesin landsparturin, avstralski parturin av Antarktis og tær avstralsku oyggjarnar í Kyrrahavinum (Koralhavsoyggjar og Norfolkoy) og í Indiahavinum (Ashmore og Kartieroyggjar, Heard- og McDonald-oyggjar, Jólaoyggjin og Kokosoyggjar) liggja eisini undir felagsstjórnini í Canberra <ref>http://snl.no/Australia</ref>.
 
Í 1901 varð Avstralia sjálvstøðugt samveldisríki, men í nógv ár høvdu tey gott samband við [[Stórabretland]]. Avstralskir hermann stríddust t.d. í parti við onglendingum í báðum veraldarbardøgunum. Hesi seinastu árini hevur sambandið við Stórabretland ikki verið so nógv. Nú royna avstralar at fáa betri samband við londini í Kyrrahavi og við Kyrrahav. Í mong ár handlaði eisini Avstralia mest við Bretland, men tá ið Bretland fór upp í [[ES]], menti Avstralia handilssambandið við [[USA]] og lond í Ásia, helst [[Japan]]. Mangar útlendskar fyritøkur hava nú sett pening í verksmiðjur, sum gera bilar og telduútbúnað. Avstralia er tó enn limir í [[Bretska Samveldið|Bretska Samveldinum]] <ref>http://www.thecommonwealth.org/Internal/191086/191247/34493/history/</ref>.
 
== Fólkið ==
[[Mynd:Aboriginal_farmers_at_Franklinford_1858.jpg|thumb|right|220px|Fyri góðum 200 árum síðan búði bara upprunafólk, aboriginar, í Avstralia. Meginparturin av tí fólki, sum nú býr í Avstralia, er av bretskari ætt, men nógv er eisini komið úr øðrum londum í Evropa.]]
Avstralia er sera fjølmentað samfelag. Inni í landinum er heitt og slætt, har eru ring gróðrarlíkindi. Har býr lítið fólk nú á døgum, hóast avstralska upprunafólkið, aboriginarnir, dugdi at lívbjarga sær í teimum vánaligu umstøðunum. Nú eru um 300 000 aboriginar eftir. Summir búgva inni í landinum enn sum í gomlum døgum, men aðrir eru fluttir til teir nútímans býirnar. Teir flestu av hinum avstralunum eru eftirkomarar eftir bretskar og aðrar tilflytarar, og nógvir eru eisini ættaðir úr Landsynningsásia og Miðeystri.
 
Í mong ár sluppu bara hvít fólk at flyta til Avstralia; tey flestu komu úr [[Stórabretland]]i, [[Italia]] og [[Grikkaland]]i. Í 1972 varð henda viðtøka broytt, og síðan eru fólk flutt higar úr øllum heiminum. "Nýggju" avstralarnir eru m.a. úr [[Vjetnam]] og [[Kina]]. Hesi fólk hava við sær matsiðir, høgtíðir og móðurmálið í gamla heimlandi sínum. Øll hava tey verið við til at skapa fjølbroyttu mentanina í hesum ovurstóra landi. Ull, hveiti og steinsløg sum t.d. jarnmálmur, kol og kopar hava gjørt Avstralia til múgvandi land, og flestu fólk hava góð lívskor. Flestu avstralar liva eitt uttanduralív og eru fíggjarliga væl fyri.
Í [[1770]] sigldi [[Stóra Bretland|bretski]] rannsóknarfarin [[James Cook]] inn í [[Botanyflógva]] og lýsti nýfunna landið sum [[Stóra Bretland|breskt]] land.
 
Um 85 % av øllum fólkinum í Avstralia býr í býum ella tætt við býirnar við strondina. Flestu skúlar, sjúkrahús, skrivstovur og verksmiðjur eru her, og lívið er lættari her enn í fjarskotnu býunum og gørðunum. Sethúsini í býunum eru bygd úr viði ella av tigulsteini, flestu hava svala og sólgarð ella urtagarð, har húsfólkið kann njóta góðveðrið og glóðasteikja sær ein bita. Í seksteimum størstu býunum búgva 60 % av fólkinum, ein teirra er [[Sydney]] við viðgitna Operahúsinum, sum er bygt við havnalagið. Hinir eru [[Melbourne]], [[Brisbane]], [[Adelaide]], [[Perth]] og [[Canberra]].
Um [[1880]] var Avstralia í seks [[Hjáland|hjálondum]]. Hvørt teirra hevði egnu fyrisiting og var beinleiðis undir [[Stóra Bretland|bretsku]] stjórnini. Mong húski høvdu búð har í fýra ættarlið. Mentanarliga sambandið ímillum Avstralia og [[Stóra Bretland|Bretland]] var farið at dragna, og avstraliar høvdu fingið sín egna samleika; teir skapaðu sína egnu list og høvdu enntá kriketlið, sum spældu ímóti [[Stóra Bretland|bretskum]] liðum. Arbeiðarafeløgini hildu fyrsta landsfund sín at skunda undir nýskipanir, til dømis ar arbeiðsdagurin skuldi verða í mesta lagi 8 tímar. [[Hjáland|Hjálondini]] samdust um at leggja saman. Í [[1901]] varð ein stjórn stovnað, ið hevði myndugleika yvir Avstraliasamveldinum, sjálvt um hvørt [[hjáland]] hevði sína egna økisfyrisiting. Samveldisstjórnin var enn undir [[Stóra Bretland|bretskum]] yvirvaldi, men sum árini liðu, fekk hon alt størri og størri sjálvræði. Tey ríku í Avstralia kendu seg enn sum [[Stóra Bretland|bretar]], men fátæku arbeiðaranir kendu seg heldur sum avstraliar. Sterk arbeiðarafeløg førdu sjálvstýrispolitikk, umframt at tey stríddist fyri at bøta um kor arbeiðaranna.
 
=== Aboriginar ===
Mangir tilflytarar komu higar; Teir fyrstu úr [[Stóra Bretland|Bretlandi]] og øðrum londum í [[Evropa]], men seinni eisini úr [[Ásia]]. Øll hava tey verið við til at skapa fjølbroyttu mentanina í hesum ovurstóra landi. Ull, hveiti og steinsløg sum til dømis jarnmálmur, kol og kopar hava gjørt Avstralia til múgvandi land, og flestu fólk hava góð lívskor.
[[Mynd:Yankee_Hat_art-MJC.jpg|thumb|right|250px|Gamlir málningar í holum vísa, at aboriginska mentanin blómaði longu 40 000 ár, áðrenn evropearar komu hagar.]]
Fyrstu fólk í hesum heimsparti vóru aboriginarnir, sum komu til Avstralia fyri umleið 50 000 árum síðan <ref>http://snl.no/Australias_befolkning</ref>. Tá vóru [[Heimshav|heimshøvini]] grynri, og mest sum landfast var ímillum Nýguinea og Avstralia. Orðið aborigin merkir "úr upphavi", og upprunafólkið sigur seg hava búð í Avstralia, síðan heimurin varð til. Tey lagaðu seg eftir náttúruni, sum var teimun alkunnug. Grundarlagið undir mentan teirra er dreymatíðin, tíðin tá ið heimurin og alt livandi vórðu skapað. Tá ið bretar komu til Avstralia, broyttist lívið hjá upprunafólkunum. Mong fólk vórðu dripin ella doyðu av evropeiskum sjúkum. Í [[19. øld]] tóku evropeararnir lívsgrundarlagið undan nógvum upprunafólkum í Avstralia. Børn vórðu tikin frá foreldrunum og undirvíst eftir evropeiskum siði. Í mong ár var undirvísingarmálið hjá aboriginskum børnum bara [[Enskt mál|enskt]], og tey sluppu ikki at læra sítt móðurmál. Nógv upprunamál og upprunasiðir hvurvu. Helvtin av øllum málum í Avstralia eru útdeyð seinastu 200 árini <ref>http://www.environment.gov.au/soe/2001/publications/technical/pubs/indigenous-languages.pdf</ref> (105 eru útdeyð og 110 eru hótt í 2013 <ref>http://www.canberratimes.com.au/national/indigenous-languages-in-threat-of-extinction-20120601-1znjb.html</ref>).
 
Soleiðis fækkaðust aboriginarnir úr 300 000 í 1770 niður í 70 000 í 1900. Nú eru aftur einir 300 000+ aboriginar í Avstralia. Nú á døgum eru tað tó alsamt færri upprunafólk, ið eru veiðifólk og savnarar; flestu arbeiða á verksmiðjum og á bóndagørðum. Mong hava ringa heilsu og búgva illa. Nú á døgum eru aboriginar ímillum 2 og 3 prosent av fólkinum í Avstralia <ref>http://www.theage.com.au/victoria/census-reveals-citys-changes-20120624-20wme.html</ref>. Nógvir av aborginaranum eru blandaðir saman við tað nýggju fólkið og arbeiða á bóndagørðum og í ídnaðarvirkjum í býunum og verða mettir eins og aðrir borgarar í Avstralia. Fyri at verja teir gomlu avstraliararnar, sum enn liva teirra gamla lív, hevur rikið latið teimum hóskandi stykki at búgva á. Seinastu árini eru lógir viðtiknar, sum geva frumfólkinum rættindi til partar av gamla lendi sínum. Í 1967 fingu tey valrætt.
[[Orð]]ið [[aboriginar|aborigin]] merkir ,,úr upphavi”, og upprunafólkið sigur seg hava búð í Avstralia, síðan heimurin varð til. Tey lagaðu seg eftir náttúruni, sum var teimun alkunnug: Konufólkini savnaðu frukt, nøtir og ormverur, og menninir veiddu [[dýr]] - [[kenguru]] og [[posabjørn]]. Grundarlagið undir mentan teirra er dreymatíðin, tíðin tá ið heimurin og alt livandi vórðu skapað.
 
== Búskapur ==
 
Avstralia hevur ein tann størsta búskaparvøksturin í heiminum. Avstralia er eitt land, sum er sera fíggjarliga framkomið, sum er av tí, at atgongd er til nógvar ressursir. Mineralir, petroleum, kol og [[gull]] er tað, sum útflutt verður mest av, og landið framleiðir 95 % av verðins opalum. Avstralia framleiðir eisini mest av ull útflytir mest neytakjøt. Í landinum eru 140 miljónir [[Seyður|seyðir]] og 24 miljónir neyt. Mest handilssamband hava avstraliubúgvar við [[Japan]], og teir hava fríhandilsavtalu við [[USA]]. Tey seinastu árini er turisman eisini farin at geva nógvan pening av sær.
== Landafrøði ==
[[Mynd:Australia_satellite_plane.jpg|thumb|right|250px|Ein fotomynd av Sambandsríkinum Avstralia tikin úr einum fylgisveini.]]
[[Mynd:Fraser_Island_view_from_Indian_Head.jpg|thumb|right|250px|Strondin í Fraser Island, Queensland.]]
Avstralia, sum er ímillum [[Indiahav]] og [[Kyrrahav]], er størsta oyggj í heiminum, men minsti heimspartur. Landið er stórt, næstan líka stórt sum [[Brasil]]. Har er lítið avfall, og tveir triðingar av landinum eru oyðimørk. Inni í Avstralia er turt og heitt. Har tað er eitt sindur av gróðri, ella har tað ber til at veita vatn á lendið, halda bøndur neyt ella seyð. Tá ið tað regnar, er tað av grímd, og plantur sum til dømis oyðimarkarblóman vaksa upp av fræi, sum kann hava ligið í dvala. Stórir landspartar í Avstralia eru víðir slættar, har hvørki eru fjøll, skógir ella áir. Meginparturin av fólkinum býr í stórum býum við strondina. Av tí at so langt er ímillum bygdirnar, kunnu mong børn ikki ganga í vanligan skúla; tey fáa ístaðin undirvísing um fjarskiftissamband. Teinurin Darwin til [[Sydney]] um [[Adelaide]] er 4822 km. Hóast koyrt verður við bili og ikki steðgað á, hevði ferðin vart hálvt triðja samdøgur.
 
Turrasti heimspartur, har fólk býr, er Avstralia – og eisini flatasti og har [[jørðin]] gevur minst av sær. BaraMeiri íenn landssynningshorninumhelmingurin erav liviligtAvstralia íeru veðrinum,turrur ogfløtur flestella fólkoyðimerkur. búgvaFýra har,tær harstørstu taðoyðimerkurnar eisinií erAvstralia eru Simpson, Gibson, Great [[subtropiskt]].
Sandy og Viktoria. Nógva staðni fýkur sandurin og legst í ómetaliga stórar heyggjar. Lítið fólk býr inni í landinum. Har eru ógvuliga fáir býir, og har býr lítið fólk. [[Alice Springs]], miðskeiðis inni í landinum, var í fyrstuni bara fjarritarastøð á fjarskiftislinjuni ímillum [[Darwin]] og Adelaide. Sjáldan regnar, og tað mesta er oyðimørk <ref>http://www.environment.gov.au/parks/national-landscapes/index.html</ref>. Bara í landssynningshorninum er liviligt í veðrinum, og flest fólk búgva har, har tað eisini er subtropiskt. Í norðurparturin av landinum er [[tropiskt]] veður, og har veksur skógur, [[regnskógur]], landslag við slættum, mangrovublotar og [[oyðimørk]]. Tropiski regnskógurin veksur sum ein rond fram við norður- og landnyrðingsstrondini. Veðurlagið ávirkast sera nógv av havstreymum, og serliga fyribrigdinum [[El Niño]], sum ger so tað stundum er turkur, og av [[tropiskt|tropiskum]] lágtrýstsstreymum, sum gera syklonir har norðuri í landinum. Verðins størsta [[korallriv]], [[Korallrivið Mikla]], gongur 2000 km eftir landnyrðingssjóvarmálanum. Verðins størsti monolittur, [[Mount Augustus]], liggur í vesturavstralia.<br />Hægsti depil er [[Koscluskofjall]], sum er 2229 m.
 
Heimsins størsta korallriv, [[Korallrivið Mikla]], gongur 2000 km eftir landnyrðingssjóvarmálanum <ref>http://web.archive.org/web/20070528210526/http://sea.unep-wcmc.org/sites/wh/gbrmp.html</ref>. Verðins størsti monolittur, [[Mount Augustus]], liggur í Vesturavstralia. Hægsti depil er [[Koscluskofjall]], sum er 2229 m. Næstan mitt í Avstralia stendur stóri sandsteinskletturin [[Uluru]] (Ayers Rock). Niðri við vøllin er hann 9,4 km til ummáls og 348 metrar høgur. Upprunafólkið, aboriginarnir, kalla hann Uluru. Hann er ein hin størsti halgidómur teirra og er nevndur í frumsagnum teirra. Í mong ár varð hann nevndur Ayers Rock eftir einum gomlum forsætisráðharra í Suðuravstralia, men í 1958 fekk hann upprunaliga navn sítt aftur.
 
=== Landslag ===
[[Mynd:Map_of_Australia.png|thumbnail|260px|left|Kort yvir Avstralia (trýst á myndini)]]
[[Mynd:Nullarbor_Plain_Rainbow_DSC04547.JPG|thumb|right|250px|Á Nullaborfløtuni er ikki eitt einasta træ. Navnið er komið úr latíni: null merkir einki, og abor merkir træ á latíni.]]
Avstralska landslagið er sera fjølbroytt. Í ein landnyrðing eru guvandi, tropiskir regnskógir og mýrar. Inni í landinum eru heitar, stórar sandoyðimerkur og oyðin fjøll. Avstralia er tað meginlandið, har flestu oyðimerkurnar eru, og viðhvørt er turringur í mong ár. Hetta ovurstóran lendi í miðjum landi, har nevnt "The Outback", oyðimerkur, er eitt hitt heitasta og turrasta í heiminum. Her eru fýra stórar sand- og steinoyðimerkur: Simpsonoyðimørk, Gibsonoyðimørk, Sandoyðan Mikla og Stóra Viktoriuoyðimørk; glóðheitar um dagin og bítandi kaldar um náttina.
 
Avstralsku Fjøllini eru ein fjallarøð í eystari parti av Avstralia. Syðri partur av Avstralsku Fjøllunum eitur Avstralsku Alpur, meðan norðari parturin eitur Bláu Fjøllini. Bláu Fjøllini eru heldur lág og avrundað omaná; tey bera týðiligt merki av teimum stóru jøklunum, sum har hava ligið, tá ið ístíðirnar herjaðu hesi lond, tí í teimum eru djúpir dalar, gjáir og botnar; men høg eru tey ikki. Avstralsku Alpur eru heldur hægri, har kunnu vera spískir tindar. Hægsti tindurin eitur Mount Townsend, hann er 2241 m. høgur. Avstralsku Fjøllini hava einaferð í tíðini gingið heilt út á Tasmania, men [[jarðskjálvti]] og órógv í jarðskorpuni gjørdu, at ein partur av fjøllunum seig í kavið og gjørdist eitt sund, sum nú eitur Bass-sund. Eystan fyri fjøllini eru albeittar líðir, og undir fjøllunum út ímóti Kyrrahavinum er væl av láglendi. Tað var á hesum láglendi, at teir fyrstu niðursetumenninir settu búgv. Vestan fyri fjøllini er alt landið mest sum bara víðar heiðar av lágslættum og háslættum við einstøkum fjallarøðum uppímillum. Eyrevatn liggur í Suðuravstralia og er størsta vatn í Avstralia. Eyrevatn kann, tá ið tað er størst, vera sum Vänern í [[Svøríki]]. Men í turrligum árum kemur einki vatn í tað, tí jørðin hevur sogið alt vatnið í seg, áðrenn tað kom oman í lágna. Tá minkar vatnið sum saltdiki.
 
=== Veðurlag ===
[[Mynd:Mossman_River_and_Gorge.JPG|thumb|right|250px|Tropiski regnskógurin veksur sum ein rond fram við norður- og landnyrðingsstrondini í Avstralia.]]
Avstralia er øll sunnan fyri ekvator og hevur tí summar, tá vit hava vetur, og vetur, tá vit hava summar. Summarið hjá teimum byrjar fyrst í desember og endar síðst í mars. Avstralia hevur mest sum øll subtropiskt veðurlag, tó nakað av tropiskum veðurlagi norðast í landinum og tempraðum veðurlagi suðuri á [[Tasmania]]. Í tí parti av landinum, sum hevur tropiskt veðurlag, liggur vindurin um summarið mest sum altíð inn av havinum. Hesin parturin fær tí nógv regn um summarið. Men av tí at jørðin verður so heitt, guvar vatnið eisini skjótt av henni. Regnið kemur tí ikki at muna so mikið, og tá ið vetrarnir eru
regnleysir, verður hetta landið vaksið við savannu, í vestara parti grassvannu, í eystara parti skógsavannu. Í teimum Avstralsku Fjøllunum, á láglendunum eystanfyri og í líðunum vestan- og eystanfyri fjøllini er nóg mikiv av avfalli summar og vetur. Hesin partur av landinum er tí albeittur av síðum grasi ella av tjúkkum skógi. Heiðarnar vestanfyri fjøllini verða meira og meira regnleysar longur vestur, ið kemur. Tær eru tí annaðhvørt turr steppa við einstøkum grønum fløtum, turrir runnar ella bara oyðimørk. Helmingurin av oyðimørkini er sandur og hella, sum aldrin koma at nytta til uppdyrkingar, meðan hin helmingurin er góð jørð, sum er avsviðin av sól og skerpingi og kann koma til nyttu tann dag, sum menn duga at fáa nóg mikið av vatni á
hana. Í tí syðra vestara partinum av landinum, har sum stórbýurin [[Perth]] er, er nakað av fjallalendi. Um veturin liggur vindurin í hesum landi inn av havinum og noyðist upp um fjøllini, tí er her nakað av regni um veturin. Hetta landið er tí vaksi við maki.
 
Sunnanfyri avstralska meginlandið er stór oyggj, sum eitur [[Tasmania]]. Tasmania er minsta veldi í avstralska samveldinum. Tasmania hevur temprað veðurlag. Oyggin er øll avvaksin við gras og skóg.
[[Mynd:Map_of_Australia.png|thumbnailthumb|260pxright|left240px|Kort yvirav Avstralia (trýst á myndini).]]
=== Landslutir ===
 
{| class="wikitable"
Line 59 ⟶ 105:
! '''Landslutur'''
! '''Høvuðsstaður'''
! '''ÍbúgvarÍbúgvatal'''
|-
| 1
Line 102 ⟶ 148:
|}
 
== Ítróttur ==
 
Fólkinum í Avstralia dámar væl uttanduraítrótt. Stórar sandstrendur og flógvur sjógvur gera, at kappsigling, svimjing, og tað at standa á vatnskíðum og ríða á [[Surfing|brimfjøl]] er væl umtókt frítíðarítrótt. At standa á brimfjøl er væl dámd avstralsk ítrótt. Í nógvum býum eru javnan kappingar. Henda ítrótt hevur uppruna sín í [[Polynesia]] og er mong hundrað ára gomul. Men nú eru tey farin at standa á seglfjøl og at kappast á ymsum strekkjum. Serlig grein er, har tey royna at gera ymisk brøgd á brimfjøllini (á enskum tricksurfing). Heita veðurlagið og mongu sólardagarnir gera, at nógvir avstralar eru stóran party av frítíðina við strondina. Avstralar eru eisini kringir í krikket, [[tennis]], frælsari ítrótt og rugby. Í avstralskum fótbólti kunnu spælararnir sparka ella sláa bóltin, men ikki er loyvt at kasta hann.
 
Ár 2000 skipaði Avstralia á fyrsta sinni fyri [[Olympiskir leikir|Olympisku]] summarleikunum. Teir vóru í Sydney.
 
== Dýr og vøkstur ==
[[Mynd:Macropus_rufogriseus_rufogriseus_Juvenile_2.jpg|thumb|right|250px|Næstan helmingurin av øllum 266 posadýrum í heiminum er bara í Avstralia. Størsta pungdýrið er kenguran.]]
[[Mynd:Koala_climbing_tree.jpg|thumb|right|250px|Posabjørnin (koalabjørnin) er bara í evkalyptusskógunum í Avstralia.]]
Í Avstralia eru fleiri enn 2000 tjóðgarðar og friðlendi, sum tilsamans eru meira enn 800 000 km <sup>2</sup> til støddar. Uppi í hesum eru t.d. Lemington National Park og Seal Rock í New South Wales. Har vaksa eisini gróðurfrektir pálmar, krausaria-nálatrø, trætrøllakampar og litfagrir børkubøndur. Nógvur annar skógur er, til dømis subtropiskur regnskógur á miðjari
eysturstrondini. Í hesum skógum vaksa kaurinálatrø og umisk sløg av pittosoppum. Í landsynningspartinum og á Tasmania vaksa bókaskógir. Í Avstralia eru nógv eiturdýr, til dømis [[Eiturkoppur|eiturkoppar]], [[slangur]] og [[sporðdrekar]]. Dýrasløgini, sum av fyrstan tíð vóru í Avstralia, líkjast ikki dýrunum í hinum pørtunum av heiminum. Tey flestu eru pungdýr. Pungdýrini leggja so neyðarsligar ungar, at tey mugu hava teir eina langa tíð liggjandi í einum pungi, sum tey hava undir búkinum. Har eru ymisk sløg av pungdýrum, til dømis pungbjarnir, pungharur og pungapur. Upp í posadýrini rokna vit eisini posarevar, kengurur, flogposaíkornar og posagrevlingar. Størsta pungdýrið er kenguran. Næstan helmingurin av øllum 266 posadýrum í heiminum er bara í Avstralia <ref>http://snl.no/Dyreliv_i_Australia</ref>. Eitt annað sjáldsamt dýr er nevdýrið, sum hevur kropp sum súgdýr, men nev sum fuglur og verpur egg. Nevdýrið og meyrutindasvínið - tey einastu súgdýrini, sum verpa - eru eisini bara í Avstralia. Dingohundurin er eitt av teimum fáa súgdýrum, sum ikki er pungdýr. Í áunum er eitt slag av krokodillum, og í áum og vøtnum svimja fiskar, sum hava lungu.
 
Eitt dýr er til ógvuligan skaða fyri jarðarbrúkið í Avstralia, og tað er kaninin. Tær vóru av fyrstan tíð førdar úr Evropa til stuttleika, men nørdust so nógv, at tær hava verið ein sonn landaplága í Avstralia. Aftrat tí tær eta - 5 kaninir verða roknaðar at eta ímóti einum seyði - grava tær jørðina á gos, so neyt og hestar fara í holurnar og beinbrótast. Fuglarnir eru eisini sjáldsamir; har eru t.d. svartir [[Svanur|svanir]] og hvítar [[ørn]]ir. Av strutsum eru tvey sløg, emuin og kasuarin. Láturfuglurin heldur til í skógunum; hann er ikki heilt væl lýddur, tí hann hevur eitt andskræmiligt neggjandi mál, og er tí ógvuliga troyttandi at hoyra, men hann ger góða nyttu, tí hann drepur tann skaðiliga tikaraeiturormin. Lúðrarvelið er eisini skógarfulglur, hann dugir at herma eftir hvørjum dýri, tað skal vera. Evropararnir førdu øll vanlig húsdýr við sær, og tey hava trivist ógvuliga væl. Í ongum heimsparti er plantu- og dýrameingið so óvanligt og fjølbroytt sum í Avstralia.
 
Eini 50 kengurusløg eru í Avstralia. Reyða kenguran er av størstu kengurum; kallkenguran kann verða yvir tveir metrar høg <ref>http://animal.discovery.com/mammals/kangaroo-info.htm</ref>. Kenguran etur mest gras og bløð. Kenguran heldur til á vallfløtunum. Hesar fløtur eru mest sum avvaksnar við kengurugrasi. Tað verður 50 cm. høgt og veksur í túgvum. Hvøss grassløg vaksa, har ið turrasti er. Nógvar vallfløtur eru nú veltar og liggja sum bøur ella beiti hjá fenaðinum. Kenguran hevur før afturbein og føran hala. Tey sterku afturbeinini eru væl skapað at leypa við. Kengura kann leypa einar 70 km. um tíman. Kjarrkengura (wallaby) er lítil, reyðhálsut kengura. Hon verður eisini nevnd halabrúna kenguran ella Bennet's kenguran. Avstralski villi hundurin, dingo, kom helst ikki til Avstralia fyrrenn fyri 40 000 árum síðan, samstundis sum aboriginarnir settust niður. Føðin hjá dingohundinum er fjølbroytt, til dømis fuglur, kengura, kanin og [[skriðdýr]]. Hann tekur eisini seyð.
 
Trøini í Avstralia eru mest summ øll av tí slagnum, sum teir kalla evkalyptus. Tað eru fleiri sløg av evkalyptustrøum, og summi kunnu verða heilt høg, einar 100 metrar og meir, okkurt einstakt træ kemur upp í 160 metrar og er tá millum heimsins størstu trø. Sunnarlaga í Avstralia á teimum heyggjutu grasfløtunum vaksa m.a. evkalyptustrø. Eini 500 sløg av eykalyptustrøum eru til. At kalla øll hava sín uppruna í Avstralia. Posabjørnin (koalabjørnin) etur t.d. so at siga bara bløð av evkalyptustrænum. Posabjørnin er bara í evkalyptusskógunum í Avstralia. Tað mesta av ævi sínari heldur hon til uppi í trøunum. Hon etur um náttina og svevur næstan 18 tímar um samdøgrið.
== Sí eisini ==
 
== Kelduávísingar ==
* [[Kyrrahavsoyggjarnar|Oseania]]
<references/>
 
{{Oseania}}