Munurin millum rættingarnar hjá "Kosta Rika"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 1 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q800 (translate me)
Linja 35:
== Búskapur ==
 
Mesti útflutningurin er [[kaffi]], bananir og sukur, og ógvuliga væl veksur í fruktagóðu gosøskumoldini. Størsti havnabýur er [[Limón]] á eysturstrondini við [[Karibiahav]]. Meira enn helvtin av øllum fólkum í Kosta Rika býr á fruktagóðum háslætta, við høgum gosfjøllum uttanum. Á øllum slættanum eru smágarðar, og har velta tey t.d. rís, sukur, kaffi og mais. Í [[San José]] verður nógv frukt, ið veksur í dølunum tætt við, virkað og pakkað. Býurin var miðdepil fyri [[tubbak]]sdyrkan, tá ið spaniamenn ráddu har, og gjørdist høvuðsstaður í [[1823]].
 
Atlantsjarnbreytin, gjørd liðug í [[1890]], varð mest løgd til at flyta kaffi úr lundunum og oman til útflutingshavnirnar á eysturstrondini. Trupult var at leggja jarnbreytina, og mangir túsund verkamenn doyðu. Breytin gjørdist so dýr, at landið kom sær í stóra skuld. Kosta Rika var fyrsta land í [[Miðamerika]], sum fór at dyrka kaffi, og í meiri enn 100 ár var kaffi týdningarmesta útflutningsvøran. Tað hevði við sær, at búskaparstøða landsins var eftir, hvat fekst fyri kaffi á heimsmarknaðinum. Kaffi verður gjørt úr fruktini av kaffitrænum, sum veksur best í turrari, væl veittari jørð. Kaffitræið skal hava heitt veður, men ikki ov heitt, og veksur best í skugganum av stórum trøum. Tað kann bera nógvan ávøkst í eini 15 ár. Kaffitræið verður um 3 m. høgt. Blómurnar hava søtan anga og følna eftir 3 til 4 døgum. Kaffifruktin minnir nógv um kirsuber. Fruktin er fyrst myrkagrøn, so gul og at enda reyð, tá er hon búgvin. Kaffi verður malið úr báðum bønunum inni i fruktini. Kaffibønirnar verða hentaðar við hond. Royndur hentari hentar eini 25 kg. um dagin.
 
== Politikkur ==