Munurin millum rættingarnar hjá "Búskapar- og Almannaráðið í ST"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|250px|Høvuðssætið er í [[New York City.]] '''Búskapar- og almannamálaráðið í ST''' (á ensku..."
 
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:United_Nations_Economic_and_Social_Council.jpg|thumb|right|250px|Høvuðssætið er í [[New York City]].]]
'''Búskapar- og almannamálaráðið í ST''' (á enskum ''United Nations Economic and Social Council'', stytt '''ECOSOC''') umsitur fíggingina til undirstovnar í [[ST]] og virkar fyri at samskipa ítøkiliga arbeiðið, sum verður gjørt um allan heim. Høvuðsuppgávan hjá Búskapar- og Almannaráðnum er at samskipa tað búskaparliga og sosiala arbeiðið í ST høpi, bæði hjá ST sjálvum og hjá stovnum, sum hoyra til ST-familjuna. Ráðið hevur 54 limir, sum [[Aðalfundur Sameindu Tjóða|Aðalfundurin]] velur við støði í einum landafrøðiligum býti millum ymsar partar av heiminum. Limirnir verða valdir fyri trý ár í senn. Búskapar- og Almannaráðið hevur stóran týdning í Sameindu Tjóðum, hetta sæst millum annað í at virkisøkið hjá ráðnum fevnir um á leið 70 prosent av øllum starvsfólka- og fíggjarorku hjá ST stovninum. Omanfyri tvey túsund ikki-stjórnarfelagsskapir hava ráðgevandi støðu hjá Búskapar- og Almannráðnum. Ráðið samskipar fleiri av uppgávunum, sum stovnar knýttir at ST standa fyri, til dømis umhvørvisátøk, heilsuátøk og landbúnaðartiltøk.
 
== Keldur ==
 
* http://www.galdu.org/web/index.php?sladja=45&vuolitsladja=55&giella1=nor
* http://www.fn.no/FN-informasjon/FNs-hovedorganer/Det-oekonomiske-og-sosiale-raad
 
{{ST}}