Munurin millum rættingarnar hjá "Sáttmálin um heimsarvin"
Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "Mynd:All_Gizah_Pyramids.jpg|thumb|right|240px|Endamálið við Heimsarvssáttmálanum hjá UNESCO frá 1972 er at verja mentanar‐ og náttúruarv, sum hevur einastand..." |
No edit summary |
||
Linja 1:
[[Mynd:All_Gizah_Pyramids.jpg|thumb|right|240px|Endamálið við Heimsarvssáttmálanum hjá [[UNESCO]] frá 1972 er at verja mentanar‐ og náttúruarv, sum hevur einastandandi alheims virði fyri mannaættina við at verða settur upp á heimsarvslistan.]]
[[Mynd:Thingvellir.jpg|thumb|right|240px|[[Tingvøllir]] í
'''Heimsarvssáttmálin hjá UNESCO''' er góðkendur av 186 londum og harvið tann
Í nevndini fyri heimsarvin sita umboð fyri 21 av limalondunum, og henda nevnd skal góðkenna uppskot til støð ella náttúruminni, sum skulu setast á listan. Limalondini skulu sum grundarlag fyri avgerðunum hjá nevndini gera uppskot um møgulig evni til heimsarvsstøð innan fyri teirra umdømi, sum uppfylla nevndarinnar krøv um einastandandi alheims virði fyri mannaættina. Hetta yvirlit verður nevnt tentativlistin. Tað verður sett sum krav, at eitt stað skal vera upptikið á tentativlistan, áðrenn tað kann tilnevnastsumheimsarvsstað. Áðrenn nýggj uppskot verða viðgjørd av nevndini, skal gerast ein víðtøkin eftirmeting av teimum, og hesa eftirmeting gera serkønir NGO-ar - IUCN á náttúruøkinum og ICOMOS á mentanarøkinum. Efirmetingin skal tryggja, at krav sáttmálans um dygd, avmarking og umsiting eru nøtað. Upptøka á listan yvir heimsarvin er ikki ein vernd í sjálvum sær, men hevur tað fyritreyt, at viðkomandi land bindur seg til at varðveita virðini í einum langtíðarhøpi. Sætta hvørt ár skulu økini verða kannað fyri at veita, um tey eru minkað í virði, og um umsitingin skal tillagast. Ein upptøka á listin yvir heimsarvin verður fatað sum ein serliga tignarlig viðurkenning og hevur ofta við sær økta ferðafólkavitjan. Vitja fleiri ferðafólk, kann tað hava við sær økta inntøku, men samstundis kann ferðafólkið ávirka virðini á neiligan hátt, eitt nú við sliti. Tað er eitt krav, at limalondini eru varug við henda trupulleika, tá ið tey vísa á øki, sum tey gjarna vilja hava við á listan yvir heimsarvin.
[[Norðurlond]] hava sett á stovn eina norðurlendska miðstøð (NWHF), sum skal styrkja felags átakið fyri at verja heimsins náttúru- og mentanararv. Stovnurin skal tryggja, at Norðurlond halda ásetingaarnar í sáttmálanum. NWHF samskipar norðurlendska átakið og arbeiðir saman við UNESCO um at stuðla tí parti av heiminum, sum er undirumboðaður á listanum yvir heimsarvin.
Í [[Føroyar|Føroyum]] hevur einki fingið World Heritage-status, men onnur støð í [[Danmark|Danska Kongsríkinum]] hava:
Line 13 ⟶ 11:
* {{flagicon|Danmark}} [[Danmark]]: [[Jellingsteinarnir]] og -[[kirkja]]n ([[1994]]), [[Kronborg]] ([[2000]]) og dómkirkjan í [[Roskilde]] ([[1995]]).
* {{flagicon|Grønland}} [[Grønland]]: [[Ilulissat]] ([[2004]]). Ilulissat-ísafjørður er fyribils einasta landslag, sum er tilnevnt sum øki við heimsarvi í Grønlandi. Við at kanna jøklarnar hava granskarar fingið størri innlit í veðurlagið síðan seinastu ístíð.
== Keldur ==
* http://snl.no/Liste_over_verdens_kultur-_og_naturarv
* http://whc.unesco.org/pg.cfm
{{ST}}
|