Munurin millum rættingarnar hjá "Sameindu Tjóðir"

Content deleted Content added
Linja 76:
* '''[[Trygdarráð ST|Trygdarráðið]]''' er týdningarmesti stovnurin í ST. Í trygdarráðnum eru fimtan limir. Fimm lond eru fastir limir: [[USA]], [[Stórabretland]], [[Frakland]], [[Kina]] og [[Russland]] <ref>http://www.un.org/en/sc/members/</ref>. Hinir tíggju limirnir verða valdur fyri 2 ár í senn av landabólkum: Fimm úr [[Ásia]] og [[Afrika]], tveir úr [[Latínamerika]], tveir úr [[Vesturevropa]] og ein úr [[Eysturevropa]]. Avgerðir Trygdarráðsins hava bert gildi, um í minsta lagi níggju limir atkvøða fyri og bara, um allir teir fimm føstu limirnir atkvøða fyri. Hetta gevur hvørjum av teim fimm vetorætt, at fella onkra avgerð, sum allir hinir limirnir kunnu vera fyri.
 
* '''[[Búskapar- og Almannaráðið í ST|Búskapar- og almannamálaráðið]]''' umsitur fíggingina til undirstovnar í ST og virkar fyri at samskipa ítøkiliga arbeiðið, sum verður gjørt um allan heim. Ráðið hevur 54 limir, sum Aðalfundurin velur við støði í einum landafrøðiligum býti millum ymsar partar av heiminum. Limirnir verða valdir fyri trý ár í senn.
 
* '''[[Altjóða Dómstólurin]]''' er rættarligi høvuðstovnurin í ST skipanini. Altjóða Dómstólurin er einasti av seks høvuðstovnum Sameindu Tjóða, sum ikki heldur til í USA. Hann heldur til í Haag í [[Niðurlond]]um. Ósemjur landanna millum kunnu verða lagdar fyri dómstólin, ið er hægsti løgfrøðiligi myndugleikin í ST.