Munurin millum rættingarnar hjá "Sameindu Tjóðir"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 19:
 
Fleiri staðir eru fólk sjúk, tí tey fáa ov einstáttaðan [[Matur|mat]] og koma soleiðis at tróta nøkur evni, sum kroppurin tørvar. Tí er WHO farin at læra hesi fólkini at dyrka aðrar matplantur og hjálpa teimum at selja nakað av teimum matplantum, sum tey heysta, so at tey kunnu keypa nakað av øðrum mati í staðin fyri. Ein annar ST-stovnur, [[WFP]], tekur sær av børnunum og roynir at fáa teimum góðan og gagnandi mat, so at tey kunnu fáa gott í beinini. Í summum støðum er tað ikki nóg mikið at grøða tey sjúku. Sjúkurnar koma aftur, tí vatnið, sum tey drekka og hava til matgerð, er fult av eitrandi bakterium. [[UNICEF]] ger megnararbeiði at útvega børnum heilivág fyri teim verstu barnasjúkum <ref>https://www.unicef.no/Dette+gj%C3%B8r+vi/N%C3%B8dhjelp</ref>. UNESCO hjálpir eisini teimum afrikansku londunum at fáa útbúgvið teimum lærarar og at fáa teimum góðar skúlabøkur til vega. Teir senda lærarar úr ymsum londum at halda skúla fyri afrikanskum børnum.
 
== Mannarættindi ==
[[Mynd:EleanorRooseveltHumanRights.png|thumb|right|250px|Høvuðsendamálið við yvirlýsingini um mannarættindini er at geva øllum møguleika at liva trygt uttan ágang.]]
Sameindu Tjóðir er eisini ein mannarættindafelagsskapur, sum er grundaður á [[ST-yvirlýsingin um mannarættindi|Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi]] frá 1948. Tá ST varð sett á stovn, vórðu limalondini samd um, at tað var neyðugt at gera avtalur, sum skuldu verja heimsins íbúgvar. Hetta førdi til Mannarættindayvirlýsingina hjá ST, sum varð samtykt í 1948. Hendan yvirlýsing var slóðbrótandi, tí við henni staðfestu heimsins [[tjóð]]ir, at øll menniskju hava rætt til frælsi og virðing. Men limalondini vóru ikki noydd at halda yvirlýsingina. Tí varð neyðugt við einum millumtjóða sáttmála. Ein slíkur sáttmáli bindur einstaka landið til at halda tað, sum samtykt verður.
 
Tað tók ST langa tíð at finna fram til ein sáttmála, sum londini kundu semjast um. Semja var millum annað ikki um, hvat mannarættindi í grundini eru. Rættindini vóru tí býtt sundur í tveir sáttmálar. Tann fyrri snýr seg um sosial, búskaparlig og mentanarlig rættindi, tann seinni um borgarlig og politisk rættindi. 35 lond undirskrivaðu sáttmálarnir í 1976. Í 2013 hava nógv fleiri undirskrivað. Vit hava í Føroyum samtykt 7 ymiskar ST mannarættindasáttmálar: Semingina um borgarlig og politisk rættindi, semingina um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi, kvinnurrættindasáttmálan, sáttmálan móti mismuni vegna rasu, [[Barnarættindasáttmálin hjá ST|barnarættindasáttmálan]], sáttmálan móti nýtslu av tortur og sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
 
[[Mannarættindi]] eru universel tvs. at tey eiga at vera ein íborðin rættur hjá øllum menniskjum, og tey eru ómissandi. Mannarættindi eru sostatt ikki nakað, sum er okkum givið av eini stjórn ella øðrum landi. ST-yvirlýsingin um mannarættindi fevnir um viðtøkur, sum skulu tryggja rættindi hjá øllum menniskjum. Grundleggjandi mannarættindi eru rætturin til frælsi, lív og javnlíkindi. At sleppa at liva er týdningarmesti mannarættur. Rættindi hjá [[samkynd]]um eru tí eisini mannarættindi - [[Sudan]], [[Jemen]], [[Móritania]], [[Iran]], [[Somalia]], [[Nigeria]] og [[Saudiarábia]] hava t.d. deyðarevsing í verk fyri samkyndleiki <ref>http://www.dailymail.co.uk/news/article-493570/Gays-tortured-hanged-says-Iranian-minister-meeting-British-MPs.html</ref><ref>http://www.amnesty.no/aktuelt/flere-nyheter/verdens-verste-steder-%C3%A5-v%C3%A6re-homo</ref>.
 
== Friðarherur ==