Munurin millum rættingarnar hjá "Kynsleyst hjúnalag"

Content deleted Content added
Dagføring
No edit summary
Linja 12:
{{legend|#800000|Deyðadóm}}
]]
'''Kynsleyst hjúnalag''' (ella '''samkynt hjúnaband''') er eitt [[hjúnalag]] millum tvey fólk av sama kyni. Fyrsta hjúnabandið millum tveir menn verður í 27 f.Kr. skrásett í [[Rómverska ríkið|Rómverska fullveldinum]] <ref>http://books.google.no/books?id=JoS4ffPU1-0C&pg=PA279&lpg=PA279&dq=Epigram+1.24+12.42+rome&source=bl&ots=A_I4HM8iDP&sig=99HgEx2B8hOqQZLkA1T3wG64e70&hl=en&sa=X&ei=d2TRUYq0N9SL4gTC3ICIBw&ved=0CCgQ6AEwAA#v=onepage&q=Epigram%201.24%2012.42%20rome&f=false</ref>. Hjúnalag millum samkynd nú á døgum, bleiv loyvt í summum londum í tí fyrsta tíggjuárinum av 2000-árunum. Hjúnalag millum tvey av sama kyni er ikki loyvt í [[Føroyar|Føroyum]], heldur ikki skrásett parlag. Í [[Danmark]] hava samkynd í fleiri ár havt møguleika fyri at liva saman í skrásettum parlagi, men hin [[7. juni]] [[2012]] samtykti danska [[Fólkatingið]] eina nýggja hjúnabandslóg fyri [[Danmark]] við 85 atkvøðum fyri og 24 ímóti. Lógin er ikki galdandi fyri Føroyar og [[Grønland]] <ref>[http://nyhederne.tv2.dk/article.php/id-50947219:folketinget-vedtager-homovielser.html Folketinget vedtager homovielser - TV 2 Nyhederne]</ref>. Í mai 2013 vóru tað 15 lond, ið loyva hjúnabandi millum tvey av sama kyni: [[Argentina]], [[Belgia]], [[Brasil]], [[Danmark]], [[Frakland]], [[Ísland]], [[Kanada]], [[Niðurlond]], [[Noreg]], [[Nýsæland]], [[Portugal]], [[Spania]], [[Suðurafrika]], [[Svøríki]], [[Uruguei]] og harafturat eru tað fleiri minni partar av londum, ið loyva tí, eitt nú partar av [[Meksiko]] og [[USA]].
 
Í kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri [[LGBT Føroyar]] í apríl 2013, taka heili 68 % undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband. Tað vil siga, kunnu vígast á ráðhúsum og sýsluskrivstovum, men ikki í [[Kirkja (hús)|kirkjum]] og samkomum. Harafturímóti siga einans 27 % seg vera móti hesum. 5 % siga seg ikki vita hvat tey halda um málið. Tá spurningurin verður býttur út á kyn, siga heili 72 % av kvinnum ja til at javnseta samkynd og hinskynd í hjúnabandslógini, meðan tað eru 65 % av monnum, sum siga ja. Størsta stuðulin fáa tey samkyndu í [[Norðurstreymoy|Norð­streymoy]], har 81 prosent av borgarun­um siga ja til samkynt hjúnarlag. Í øllum økjum í landinum, í øllum aldursbólkum, í øllum útbúgvingar- og lønarbólkum er meiriluti fyri eini broyting í hjúnabandslógini, soleiðis at samkynd verða javnsett við aðrar borgarar <ref>http://dimma.fo/Default.aspx?ID=16&PID=16&NewsID=8863&M=NewsV2&Action=1</ref>.