Munurin millum rættingarnar hjá "Týskland"

Content deleted Content added
Linja 75:
=== Innflytarapolitikkur ===
 
Upp gjøgnum [[1990-árini|90'ini]], tá milliónir av russarum fluttu til Týsklands, nokt­aði týska stjórnin at góð­kenna russisku univers­i­tetsút­búgvingar teirra <ref>http://www.berlin-institut.org/online-handbookdemography/germanys-integration-policy.html</ref><ref>http://books.google.no/books?id=i0d10wbGkWEC&pg=PA235&redir_esc=y#v=onepage&q&f=false</ref>. Og hetta hevði við sær, at teirra evni vórðu spilt, sam­stundis sum eingin vinningur fekst burtur úr at venja hesi til at gerast óteljandi dugnalig vísinda­fólk, verkfrøðingar og teldu­forritarar. Tær týsku stjórnirnar, sum síðani komu til valdið, megnaðu eiheldur at veita landsins trimum millión­um borgarum við turkisk­ari bakgrund [[útbúgving]], so nytta kundi fáast úr evnum teirra. Enn tørvar Týsklandi væl­útbúnar tilflytarar. Cologne Institute for Eco­nomic Research sigur í 2013, at longu nú mangla 210 000 útbúnir [[støddfrøði]]ngar, verkfrøðingar, vís­inda­fólk og KT-ser­frøð­ingar <ref>http://www.nytimes.com/2013/05/28/world/europe/28iht-letter28.html?_r=0</ref>. Almenna týska hagstov­an metir í 2013, at tær 50 milliónirnar av arbeiðs­førum týskarum millum 20 og 65 ár, fara at minka niður í 33 milliónir í 2060, um ferð ikki av álvara verð­ur sett á tilflytingina <ref>http://www.cbs.nl/en-GB/menu/themas/arbeid-sociale-zekerheid/publicaties/artikelen/archief/2012/2012-bevolkingstrends-beroepsbevolking-eu-art.htm</ref>. Onkur hjálp er tó við hond­ina, takkað verið bú­skap­arligu kreppuni í [[Portugal]], [[Spania]] og [[Grikka­landGrikkaland]]i, har ungdómsar­b­eiðs­loysið er svollið til í meðal 50 prosent. Hetta hevur við sær, at túsundtals nýútbúgvin ung úr hesum londum flyta til Týsklands og harvið bøta um trotið á verkfrøðingum og aðrari fakliga førari arbeiðs­megi.
 
=== Týskir bundeskanslarar síðan 1949 ===