Munurin millum rættingarnar hjá "Sameindu Tjóðir"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 28:
== Krígsdómstólar ==
 
Í 1993 setti ST á stovn ein krígsbrotsmannadómstól, sum skuldi handtaka og rættarsøkja krígsbrotsmenn úr krígnum í fyrrverandi [[Jugoslavia]], í 1994 var krígsbrotsmannadómstólurin fyri [[Ruanda]] settur á stovn. Og í 1998 varð [[Altjóða Dómstólurin|Altjóða Krígsbrotsmannadómstólurin]] í [[Haag]] (ICC) stovnaður <ref>http://www.icj-cij.org/court/index.php?p1=1</ref>. Hesin kundi handtaka og rættarsøkja krígsbrotsmenn úr øllum heiminum. Strangasti dómur, sum dómstólurin kann áseta, er lívslong fongsulsrevsing.
 
== Skipan ==
Linja 34:
Stórur partur av arbeiðinum hjá ST verður gjørt á ymsum serstovnum. Til dømis eru Millumtjóða-arbeiðarastovnurin [[ILO]], Heimsheilsustovnurin [[WHO]] og Menningarstovnurin [[UNDP]]. Trygdarráðið og Aðalfundurin hava fundir sínar í høvuðsborgini í [[New York City]] í [[USA]]. Eisini nógvir serstovnar hava skrivstovur her. Politikarar og stjórnarovastar úr øllum heimsins londum koma á hvørjum ári til New York at halda røðu í ST.
 
Stórur partur av øllum altjóða samstarvi fer umvegis ST ella ein av stovnunum í sonevndu ST-familjuni, og stovningarsáttmáli Sameindu Tjóða (á enskum ''Charter of the United Nations'') verður mettur sum eitt slag av stjórnarskipan fyri allan heimin. ST er skipað í seks høvuðsstovnar: [[Aðalfundur Sameindu Tjóða]], [[Trygdarráð ST|Trygdarráðið]], [[Búskapar- og Almannaráðið]], [[Aðalskrivarin]], [[Altjóða Dómstólurin]] og [[Tilsjónarráðið]] <ref>http://www.fn.no/FN-informasjon/FNs-hovedorganer</ref>. Harumframt eru fleiri sjálvstøðugir stovnar, sum hoyra til ST-familjuna, t.d. [[UNICEF]], Heimsbankin og [[UNESCO]].
 
=== Høvuðsstovnar ===
Linja 61:
|-
|}
* '''[[Aðalfundur Sameindu Tjóða|Aðalfundurin]]''' hevur seks umboð úr øllum limalondum, tó hevur hvørt landið bara 1 atkvøðu. Avgerðir á Aðalfindinum eru ikki løgfrøðiligar avgerðir, sum londini eru bundin at gera eftir. Men tær leggja tó stórt trýst á tey einstøku londini, sum tí í flestum førum gera eftir avgerðum aðalfundarinnar.
 
* '''[[Trygdarráð ST|Trygdarráðið]]''' er týdningarmesti stovnurin í ST. Í trygdarráðnum eru fimtan limir. Fimm lond eru fastir limir: [[USA]], [[Stórabretland]], [[Frakland]], [[Kina]] og [[Russland]] <ref>http://www.un.org/en/sc/members/</ref>. Hinir tíggju limirnir verða valdur fyri 2 ár í senn av landabólkum: Fimm úr [[Ásia]] og [[Afrika]], tveir úr [[Latínamerika]], tveir úr [[Vesturevropa]] og ein úr [[Eysturevropa]]. Avgerðir Trygdarráðsins hava bert gildi, um í minsta lagi níggju limir atkvøða fyri og bara, um allir teir fimm føstu limirnir atkvøða fyri. Hetta gevur hvørjum av teim fimm vetorætt, at fella onkra avgerð, sum allir hinir limirnir kunnu vera fyri.