Munurin millum rættingarnar hjá "Sameindu Tjóðir"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Flag_of_the_United_Nations.svg|thumb|right|250px|ST-teknið er eitt veraldarkort, kransað við oljubløðum. Hetta er gamalt friðartekin.]]
[[Mynd:United_Nations_Members.PNG|thumb|right|250px|Limalondini í ST. Nú á døgum eru næstan øll sjálvstøðug lond í heiminum limir í ST.]]
'''Sameindu Tjóðir''' er týdningarmesti altjóða felagskapurin í heimskipanini. '''ST''' er stytting fyri Sameindu Tjóðir <ref>http://www.fmn.fo/listar/styttingar/styttingar.htm</ref>. Á [[Danskt mál|donskum]] kallast felagsskapurin ''Forenede Nationer'' (FN), á [[Enskt mál|enskum]] ''United Nations'' (UN) og á [[Franskt mál|fronskum]] ''Organisation des Nations Unies'' (ONU). Alheimsfelagsskapurin Sameindu Tjóða er ein felagsskapur, ið arbeiðir fyri at beina burtur mismun millum tjóðir, millum fólkasløg, millum borgarar og millum ymsar samfelagsbólkar. Felagsskapurin virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri øll. Stovnurin Sameindu Tjóðir varð stovnaður fyri at forða fyri fleiri kríggjum sum [[Fyrri veraldarbardagi|Fyrra]]- og Seinna heimsbardaga. Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn í 1945, beint eftir [[Seinni heimsbardagi|Seinna heimsbardaga]].
 
[[Føroyar]] eru ikki sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum, men eru partur av danska limaskapinum. Hóast Føroyar ikki eru stjálvstøðugur limur, so hava tó atlimaskap í felagsskapum, sum eru knýttir at ST. Næstan øll fullveldislond eru í ST, har tey samstarva og samráðast um øll heimsins viðurskifti. Í 2013 eru 193 lond limir í ST <ref>http://www.globalis.no/Land/Landgrupperinger/Forente-nasjoner-FN</ref>. [[Vatikanríkið]] og [[Palestina]] hava eygleiðarastøðu. Sameindu Tjóðir er ein millumtjóða felagsskapur, og meginreglan er, at bara fullveldislond kunnu verða limir. Dømi eru tó um lond uttan fullveldi, sum hava verið limir. [[Hvítarussland]] og [[Ukreina]] vóru limir í ST, hóast tey vóru partur av [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]] undir [[Kalda kríggið|Kalda krígnum]] <ref>http://www.un.org/en/members/growth.shtml</ref>. Hildið verður, at Sovjetsamveldið kravdi at fáa størri vald í ST, og at hetta varð gjørt við at geva Sovjetlýðveldunum Hvítarusslandi og Ukreina status sum ST-limir og harvið fullan atkvøðurætt.
Linja 81:
* [[Heilsufelagsskapur Sameindu Tjóða]] (WHO): Roynir á mangan hátt at betra lívskorini, serliga í teim londum, ið eru mest tilafturskomin. Roynir m.a. at venja upp læknar, stríðist ímóti sjúkum og smittukeldum, og í samstarvi við aðrar undirstovnar (t.d. [[FAO]] og [[UNICEF]]), at skapa betri reinføri, útvega reint vatn og arbeiða fyri matvørumenning.
 
* [[Matvøru- og Landbúnaðarfelagsskapur Sameindu Tjóða]] (FAO): FAO virkar m.a. fyri at menna landbúnaðin, serliga í [[menningarlond]]um, og á tann hátt at útvega teimum, sum svølta, meira mat. Føroyski áhugin er serliga fyri nevndini COFICoFi (stytting fyri "Committee on Fisheries"). Flestu fiskivinnulond hittast javnan í COFICoFi at viðgera mál, sum hava felags áhuga, so sum felags meginreglur fyri burðardygga fiskivinnu.
 
* [[Heimsmatvørufelagsskapur Sameindu Tjóða]] (WFP): Sum neyðhjálparfelagsskapur, syrgir WFP fyri at bráðfeingis hjálp og matur kemur út til øki, sum eru hungursrakt orsakað av náttúruvanlukkum ella kríggi. Harumframt veitir WFP [[menningarhjálp]] til øki, sum støðugt eru rakt av hungri.