Munurin millum rættingarnar hjá "Sameindu Tjóðir"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 63:
* '''Aðalfundurin''' hevur seks umboð úr øllum limalondum, tó hevur hvørt landið bara 1 atkvøðu. Avgerðir á Aðalfindinum eru ikki løgfrøðiligar avgerðir, sum londini eru bundin at gera eftir. Men tær leggja tó stórt trýst á tey einstøku londini, sum tí í flestum førum gera eftir avgerðum aðalfundarinnar.
 
* '''[[Trygdarráð ST|Trygdarráðið]]''' er týdningarmesti stovnurin í ST. Í trygdarráðnum eru fimtan limir. Fimm lond eru fastir limir: [[USA]], [[Stórabretland]], [[Frakland]], [[Kina]] og [[Russland]] <ref>http://www.un.org/en/sc/members/</ref>. Hinir tíggju limirnir verða valdur fyri 2 ár í senn av landabólkum: Fimm úr [[Ásia]] og [[Afrika]], tveir úr [[Latínamerika]], tveir úr [[Vesturevropa]] og ein úr [[Eysturevropa]]. Avgerðir Trygdarráðsins hava bert gildi, um í minsta lagi níggju limir atkvøða fyri og bara, um allir teir fimm føstu limirnir atkvøða fyri. Hetta gevur hvørjum av teim fimm vetorætt, at fella onkra avgerð, sum allir hinir limirnir kunnu vera fyri.
 
* '''[[Búskapar- og almannamálaráðið]]''' umsitur fíggingina til undirstovnar í ST og virkar fyri at samskipa ítøkiliga arbeiðið, sum verður gjørt um allan heim. Ráðið hevur 54 limir, sum Aðalfundurin velur við støði í einum landafrøðiligum býti millum ymsar partar av heiminum. Limirnir verða valdir fyri trý ár í senn.
Linja 69:
* '''[[Altjóða Dómstólurin]]''' er rættarligi høvuðstovnurin í ST skipanini. Altjóða Dómstólurin er einasti av seks høvuðstovnum Sameindu Tjóða, sum ikki heldur til í USA. Hann heldur til í Haag í [[Niðurlond]]um. Ósemjur landanna millum kunnu verða lagdar fyri dómstólin, ið er hægsti løgfrøðiligi myndugleikin í ST.
 
* '''Aðalskrivstovan''' fevnir um øll tey, sum dagliga arbeiða fyri ST kring allan heimin. Umframt høvuðssætið í [[New York City|New York]] hevur hon kunningarstovur kring heimin. Á odda fyri umsitingini er Aðalskrivarin. Undir honum eru ráðskrivstovur við hvør sínum varaaðalskrivara. Sløk 9000 fólk starvast á Skrivstovuni, sum hevur høvuðssæti í USA.
 
=== Felagsskapir ===