Munurin millum rættingarnar hjá "Vladimir Lenin"

Content deleted Content added
Nýggj síða
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 27. jun 2013 kl. 22:05

Vladimir Iljitj Lenin (russiskt: Влади́мир Ильи́ч Ле́нин) føddur Vladimir Iljitj Uljanov (22. apríl 187021. januar 1924) var ein sovjetiskur statsleiðari í tíðarskeiðnum 6. november 191721. januar 1924 og ein týdningarmikil marxistiskur revolutionerur teoretikari, hvørs íkast til tað marxistisku teoriina verður nevnt Leninisma (Av hesum; Marxistisk-leninisma). Navnið Lenin er tað revolutionere dulnevni, sum Vladimir Uljanov er best kendur undir. Hann byrjaði at brúka hetta navnið fyrstu ferð í 1901, og tá brúkti hann eisini fornavnið Nikolaj. Seinni undir hansara politisku stórheitstíð bleiv hann nokk mest kendur undir hansara almenna for- og faðirsnavni: Vladimir Iljitj Lenin. Sjálvt navnið Lenin er eftir øllum at døma komið av tí sibirisku ánni, sum nevnist Lena.

Mynd:Lenin CL.jpg
Lenin

Lenin verður sæddur sum høvuðsmaðurin handan russisku kollveltingina og stovnarin av tí Sovjettisku tjóðini, sum undir Kalda krígnum var ein av tveimum stórveldum heimsins. Hann skrivaði rættiliga nógv, umleið 15.000 normalsíður, liggja eftir hann, mest um kollveltingina. Eftir kalda kríggið blivu nógvar standmyndir av Lenin knústar sundur, bæði í Sovjetsamveldinum og í Eysturevropa.