Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Jacob Jacobsen"

Content deleted Content added
Smetanahue (kjak | íkøst)
Linja 1:
[[Mynd:Heðin Brú.jpg|thumb|Heðin Brú]]
 
'''Hans Jacob Jacobsen''' (skaldanavn '''Heðin Brú''') er føddur í [[Skálavík]] [[17. august]] [[1901]]. Andaðist [[18. mai]] [[1987]]. Hann hevur havt stóran týdning fyri føroyska bókmentasøgu og er rithøvundurin aftanfyri m.a. skemtiligu skaldsøguna ''[[Feðgar á ferð]]''. Eisini hevur hann skrivað ymiskar stuttsøgur.
 
Hans Jacob Jacobsen var á [[Føroya Fólkaháskúli|Føroya Fólkaháskúla]] veturin [[1919]] - [[1920]], og haðani fór hann til Danmarkar á landbúnaðarskúla. Síðani arbeiddi hann nøkur ár á ymsum gørðum, og í [[1925]] fór hann á Landbúnaðarháskúlan í Keypmannahavn, har hann tók prógv sum búnaðarfrøðingur í [[1928]]. Eftir at hann var komin aftur til Føroya, arbeiddi hann innan landbúnaðin, og í [[1942]] varð hann settur sum búnaðarráðgevi. Skrivingin, sum var byrjað í lestrarárunum í Danmark, var ítriv, hann hevði við síðuna av dagliga yrki sínum. Umframt skaldsøgur og stuttsøgusøvn týddi hann ein hóp av bókmentum til føroyskt.
Linja 16:
* Fastatøkur, Skaldsøga, [[1935]] (framhald av Lognbrá)
* Fjallaskuggin, stuttsøgusavn, [[1936]]
* [[Feðgar á ferð]], skaldsøga, [[1940]]
* Flókatrøll, stuttsøgusavn, [[1948]]
* Leikum fagurt, skaldsøga, [[1963]]